Mentan

Opið hús í SOR-bygninginum um vikuskiftið

Í sambandi við mentanarvikuna í Vágum, hevur Krígssavnið opið hús í SOR-bygninginum við flogvøllin

SOR-bygningurin í 1942 (Mynd: Krígssavnið)

SOR-bygningurin í 1942 (Mynd: Krígssavnið)

2018-08-30 07:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við mentanarvikuna í Vágum, Vesturskin, hevur Krígssavnið opið hús í SOR-bygninginum.

Opið verður leygardagin 1. september og sunnudagin 2. september frá klokkan 14 til 17. Krígssavnið í Miðvági er eisini opið somu tíðir.

Nýggja byggiætlanin verður sýnd fram, og høvi verður at síggja SOR-bygningin innandura, nú arbeiðið at fyrireika hann til krígssavn fer í gongd. 

Eigur tú, ella veitst um, lutir frá krígstíðini, eru vit sera áhugað at frætta. 

Vælkomin inn á gólvið.

- Krígssavnið

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder