Innanlands

Onnur kanning av skuggatalinum av covid-19 fer í gongd

1.500 tilvildarligir føroyingar fara í hesum døgum at fáa eitt bræv, har tey verða spurd, um tey vilja luttaka í kanning av covid-19 skuggatølum í Føroyum – Ein líkandi kanning frá apríl vísti, at seks av 1.075 høvdu andevni í blóðinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-05 18:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum fara 1.500 tilvildarligir føroyingar í øllum aldri at fáa bræv frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, har tey verða spurd, um tey vilja luttaka í kanning av skuggatalinum av covid-19 í Føroyum, t.v.s. eini meting av tí sanna talinum av føroyingum, sum hava havt korona.

Hesum boðar Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu frá í tíðindaskrivi.

– Nógv fólk eru kannað í Føroyum og almenna talið, ið vísir, hvussu nógv hava verið smittað, er møguliga rætta talið á smittaðum í Føroyum í dag. Vit hava tó illgruna um, at tað eru fólk í samfelagnum, sum hava verið smittað, men sum ikki eru vorðin kannað. Tey vita sostatt ikki av, at tey hava havt sjúkuna. Men tað kunnu vit kanna í eini blóðroynd.

– Endamálið við hesi verkætlan er sostatt at kanna, hvussu nógvir føroyingar í veruleikanum hava havt korona, t.v.s. skuggatølini. Hetta ætla vit at gera við at kanna tilvildarligar føroyingar fyri andevnir í blóðinum móti koronavirus.

Kanningin er eitt samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking. Pál Weihe er kliniskur ábyrgdarhavi og hevur saman við Mariu Skaalum Petersen, granskara, tikið stig til hesa kanning. Verkætlanin er fíggjað av felagnum Nótaskip.

Ein líknandi kanning varð gjørd í apríl, har 1.075 føroyingar í øllum aldri luttóku – 72 prosent av teimum, sum fingu innbjóðingarbræv. Av teimum høvdu seks luttakarar andevni í blóðinum, og fimm teirr høvdu havt covid-19 uttan at vita tað.

Innsavnanin av blóðroyndum fer í høvuðsheitum at ganga fyri seg millum 21. og 30. november. Farið verður runt alt landið at taka blóðroyndir, so hetta kann gerast í nærumhvørvinum hjá luttakaranum ella heima hjá teimum. Luttøkan umfatar eina blóðroynd og at svara heilt fáum spurningum.

– Tað er av týdningi, at innsavnanin verður gjørd innanfyri so stutt tíðarbil sum gjørligt, og tí vilja vit heita á tey, sum hava fingið bræv um at siga okkum frá, um tey ynskja at luttaka. Tað kann gerast við at ringja á tlf. 211599 ella senda teldupost til [email protected]. Frætta vit ikki innan nakrar dagar, fara vit at ringja til teirra, verður sagt í tíðindaskrivinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder