Mentan

Ongin missur: Nýtt staklag frá Ronnie

Nýggi sangurin snýr seg um ólukkuligan kærleika, ótrúskap, bitturheit og tað at koma víðari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-03-04 15:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ronnie er aftur klárur við einum nýggjum sangi.

Sangurin kallast ”Ongin Missur” og snýr seg um ólukkuligan kærleika, ótrúskap, bitturheit og tað at koma víðari. Søgan er fiktiv, men nógv kunnu møguliga kenna seg aftur í tekstinum.

Julian Andreasen hevur framleitt og ljóðblandað sangin, og Henning Jensen hevur hjálpt til við lagnum og spælt guitar. Óli Poulsen hevur mastrað.
Sangurin er ma. at finna á Youtube, Spotify og Apple Music.

Um sangin
Lag: Ronnie Korsager Davidsen & Henning Jensen
Orð: Ronnie Korsager Davidsen
Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen
Sangur: Ronnie Korsager Davidsen
Kór og lagt til rættis: Ronnie Korsager Davidsen & Henning Jensen
Mastering: Óli Poulsen
Mynd: Allan Korsager Davidsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder