Innanlands

Ongar bakteriur í vatninum í morgun

Tað riggaði at klorað vatnið í dálkaða økinum í gjár, men kommunan heitir á borgarar um at kóka vatnið í dag eisini

Talan er um tey, sum búgva á Velbastaðvegnum og á Argjavegi við síðugøtum út til bátahylin.

Talan er um tey, sum búgva á Velbastaðvegnum og á Argjavegi við síðugøtum út til bátahylin.

2020-10-29 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hava trupulleikar verið við dálkaðum vatni ymsastaðni í Havn, og longst hevur trupulleikin verið á Velbastaðvegnum og á Argjavegi við síðugøtum út til bátahylin.. 

Í gjár varð vatnið klorað, og í morgun varð staðfest, at eingin bakteria er í vatninum.
 
Tórshavnar kommuna ynskir tó, at tryggja sær at dálkað vatn framhaldandi ikki setur inn í rørskipanina. Tí verða royndir aftur tiknar seinnapartin í dag, og kókitilmælið stendur tí við, til úrslitið er tøkt fyrrapart í morgin.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder