Innanlands

Ongar ætlanir um serligt ískoyti til lærlingar og lesandi

Beinta Løwe, tingkvinna vísir á, at øktu útreiðslurnar til brennievni eisini ávirka fíggjarstøðuna hjá lærlingum og lesandi, men ongar ítøkiligar ætlanir eru um at geva teimum serlig fíggjarlig ískoyti, og har eru longu skipanir, sum stuðla undir, at fólk kring landið kunnu vera undir útbúgving og í læru, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

Ongar ítøkiligar ætlanir eru um serlig fíggjarlig ískoyti til lærlingar ella lesandi, sum mugu brúka bil at ferðast aftur og fram, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ongar ítøkiligar ætlanir eru um serlig fíggjarlig ískoyti til lærlingar ella lesandi, sum mugu brúka bil at ferðast aftur og fram, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-10 15:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Fíggjarmálaráðnum eru ongar ítøkiligar ætlanir um serlig fíggjarlig ískoyti til lærlingar ella lesandi, sum mugu brúka bil at ferðast millum skúla ella arbeiðspláss og heimið.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í svar til fyrispurning hjá Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Beinta Løwe vísir á, at øktu útreiðslurnar til brennievni eisini ávirka fíggjarstøðuna hjá lærlingum og lesandi.

– Lærlingar/lesandi, sum mugu hava bil fyri at sleppa í skúla, eru eisini rakt, tí hesi ofta hava lítla inntøku, antin lærlingaløn ella studning. Hóast bussamband er, so ber ikki altíð til at brúka bussrutuna, tí ofta sita lærlingar og gera skúlating saman eftir skúlatíð. Tí kann vera kostnaðarmikið hjá lærlingum, sum búgva eitt nú í Norðoyggjum, Eysturoynni ella Vágum, um tey mugu brúka bil fyri at røkja skúlan í t.d. Havn, sigur hon.

Beinta Løwe vildi hava at vita, um nakrar ætlanir vóru um at geva lærlingum og lesandi hetta serliga fíggjarliga ískoytið, og um ikki, vildi hon hava eina grundgeving frá landsstýrismanninum.

Uni Rasmussen sigur, at har longu eru skipanir, sum stuðla undir, at fólk kring landið kunnu vera undir útbúgving og í læru.

Samgongan hevur longu veitt lærlingum ein málrættan skattafrádrátt, og tí eru lærlingar í dag munandi betri stillaðir til at taka ímóti tí prísvøkstri, sum nú rakar alt samfelagið, enn hvat teir annars høvdu verið, sigur hann.

Eisini sigur landsstýrismaðurin, at lærlingar hava møguleika at søkja um ferðastuðul, og lesandi kunnu keypa skúlakort frá Strandferðsluni, sum gevur teimum bíligan flutning millum skúla og heim.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder