Innanlands

Omman kveikti áhugan

- Omma mín arbeiddi hjá Kjøt-Mikkjali í Klaksvík. Tá var eg mangan við í kjøthandlinum, og síðani hevur matframleiðsla sum heild altíð havt mín stóra áhuga, sigur Jan Erlingsson Petersen

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-21 17:02 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Jan Erlingsson Petersen, sum er ættaður úr Klaksvík, er stjóri í PrimaFisk, og framleiðir vørur burturúr føroyskum fiski.

Men tað er omma hansara, sum er orsøkin til, at hann í dag fæst við slíkt.

Um áhuga sín fyri matgerð, greiðir Jan Erlingsson Petersen soleiðis frá:

- Omma mín arbeiddi hjá Kjøt-Mikkjali í Klaksvík. Tá var eg mangan við í kjøthandlinum, og síðani hevur matframleiðsla sum heild altíð havt mín stóra áhuga.

- Í hesum sambandi kann eg leggja aftrat, at bakkarnir, ið vit klamsa frikadellur og knetti á, hava navnið Hjá Mikkjali sligið í.

- Fiskapylsan, skorin í skivar, er heilsugóður matur og inniheldur ikki tilsetingarevni so sum litevni og haldevni. Fitiinnihaldið kemur av fiskafiti og plantuolju.

Virksemið á PrimaFiski hevur verið støðugt vaksandi øll árini, og grundarlagið undir fyritøkuni við størri vøruúrvali er nú væl betri enn frammanundan, sigur Jan E. Petersen.

- Vit hava í fleiri førum eisini framleitt til útflutnings. Tó hevur talan enn ikki verið um støðugan útflutning. Men vit miða eftir at fara undir regluligan útflutning sum frálíður.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder