Innanlands

Øll vilja hava fisk og kips frá Hanusi

Aftur í ár er lang bíðirøð til Fish & Chips

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-18 13:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hanus Hansen er ein vælumtóktur maður í Klaksvík í dag. Í øllum førum er lang bíðirøð uttanfyri búðina á sjómannadegnum, sum bjóða Fish & Chips.

Aftur í ár hevur reiðarin á JFK fingið kokkar hendan vegin úr Bretlandi - sonevndir heimsmeistarar í Fish & chips.

Í fjør stóðu fólk í tímavís í bíðirøð, og í ár er helst ikki øðrvísi. Longu ein tíma áðrenn búðin lat upp klokkan 13 var bíðirøðin eini 50 metrar lang.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder