Innanlands

Øll valsendingin verður teknmálstulkað

Tað er kortini eydnast Deyvafelagnum at fáa alla valsendingina hjá Kringvarpinum teknmálstulkaða, og kunnu teknmæltir borgarar sostatt fylgja við í kvøld frá klokkan 19 til sendingin endar eftir midnátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-11-10 16:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár frættist, at Deyvafelag Føroya hevði fingið boð um, at bert tveir fyrstu tímarnir av valsendingini hjá Kringvarpinum í kvøld verður teknmálstulkað. Les meira her.

Sum skilst var orsøkin, at ov fáir tulkar eru í starvi í Teknmálstulkatænastuni.

Nú boðar Deyvafelagið tó frá, at tað er eydnast teimum at fáa alla valsendingina í kvøld teknmálstulkaða.

Hetta merkir, at frá klokkan 19 í kvøld og til tjúgu minuttir eftir midnátt, tá valsengingin, sambært skránni hjá Kringvarpinum, endar, verður sendingin beinleiðis teknmálstulkað.

– Deyvafelag Føroya takkar hjartaliga Jenisi av Rana, landsstýrismanni, fyri hjálpina at fáa hetta í lag. Eisini vóna vit, at tað frameftir fer at vera sjálvsagt at fáa týdningarmiklar sendingar varpaðar á teknmáli, samstundis sum á føroyskum, sigur Deyvafelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder