Innanlands

Øll starvsfólk hjá Tvøroyrar kommunu skulu kannast fyri korona

Kristin Michelsen, borgarstjóri, heitir á starvsfólkini um at lata seg kanna í seinasta lagi í morgin, 13. august

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-12 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Nú korona aftur er staðfest í Føroyum, er neyðugt at seta øll tiltøk í verk til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri útbreiðslu av koronasmittu. Og við tað, at starvsfólk hjá Tvøroyrar kommuna røkja týðandi størv og uppgávur, er tað alneyðugt at tryggja, at tænastuveitingarnar til borgarar ikki verður darvað av korona, skrivar Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu.

Avgerð er tí tikin um at heita á øll tey, sum starvast hjá kommununi, um at lata seg kanna fyri korona í seinasta lagi hósdagin 13. august.

Støðan broytist skjótt, og tí er tað av stórum týdningi, at øll fylgja støðuni tætt og eftirmeta so hvørt støðan broytist, sigur borgarstjórin, sum minnir á tilmælini frá heilsumyndugleikunum um handreinføri og frástøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder