Eftir seinnu hálvfinaluna í gjárkvøldið er nú greitt, at øll norðurlondini hava tryggja sær pláss í Eurovision-finaluni, sum verður leygarkvøldið.
Í fyrru hálvfinalu týskvøldið tryggjaðu Finnland og Svøríki sær eitt finalupláss, og í seinnu hálvfinalu hóskvøldið komu eisini Noreg og Danmark (danska framførslan sæst omanfyri) víðari.
Les eisini: Fyri fyrstu ferð síðan 1997
Ísland, sum eisini plagar at luttaka í sangkappingini, luttekur ikki í ár. Landið hevur luttikið í kappingini 37 ferðir, síðan landið fyri fyrstu ferð luttók í 1986. Men Ísland er eitt av fimm londum, sum hava boykottað sangkappingina í ár orsakað av luttøkuni hjá Ísrael. Hini londini eru Spania, Niðurlond, Írland, og Slovenia.
Yvirlit: Hesi eru í finaluni
- Grikkaland: Akylas - Ferto
- Finnland: Linda Lampenius x Pete Parkkonen - Liekinheitin
- Belgia: ESSYLA - Dancing on the Ice
- Svøríki: FELICIA - My System
- Moldova: Satoshi - Viva, Moldova!
- Ísrael: Noam Bettan - Michelle
- Serbia: LAVINA - Kraj Mene
Kroatia: LELEK - Andromeda - Litava: Lion Ceccah - Sólo Quiero Más
- Pólland: ALICJA - Pray
- Bulgaria: DARA - Bangaranga
- Ukraina: LELÉKA - Ridnym
- Noreg: JONAS LOVV - YA YA YA
- Avstralia: Delta Goodrem - Eclipse
- Rumenia: Alexandra Căpitănescu - Choke Me
- Malta: AIDAN - Bella
- Kýpros: Antigoni - JALLA
- Albania: Alis - Nân
- Danmark: Søren Torpegaard Lund - Før vi går hjem
- Kekkia: Daniel Zizka - CROSSROADS
- Stórabretland*: LOOK MUM NO COMPUTER - Eins, Zwei, Drei
- Frakland*: Regarde !
- Italia*: Sal Da Vinci - Per Sempre Sì
- Eysturríki*: COSMÓ - Tanzschein
- Týskland*: Sarah Engels - Fire
*Hesi londini - vertstjóðin - og fýra tey stóru londini, sum geva størsta fíggjarliga ískoytið til EBU - European Broadcasting Union - koma beinleiðis í finaluna.
Danmark skal fyrst á pallin
Í nátt varð avdúkað, í hvørjari raðfylgju finaluluttakararnir skulu framføra leygarkvøldið, og tað er danski luttakarin, sum skal fyrst á pallin.
Finnland er nummar 17 í røðini, og Svøríki og Noreg framføra sum ávikavist nummar 20 og 23. Verturin, Eysturríki, eigur 25. og seinastu framførsluna.
Og raðfylgjan hevur týdning. Mett verður, at sangir, sum verða framførdir seinni í kappingini, hava betri møguleika at fáa nógv stig í mun til sangir, sum eru millum teir fyrstu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald