Innanlands

Oljunýtslan var oman fyri 300.000 tons í fjør

Tað mesta, sum Hagstovan nakrantíð hevur skrásett

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-22 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongantíð fyrr tey 29 árini Hagstovan hevur skrásett innflutning av brennievni, hevur oljunýtslan í Føroyum verið so stór sum í fjør.

Hagstovan upplýsir, at Føroyar í 2020 brúkti 300.971 tons av olju. Talan er um 186.747 tons av gassolju, 103.337 tons av tungolju, 10.887 tons av bensini og eitt tons av petroleum.

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at nýtslan lækkaði niður á um 200.000 tons undir kreppuni í nítiárunum, fyri síðani at vaksa upp til um 250.000 tons fyrst í øldini. Eftir fíggjarkreppuna í 2008 minkaði nýtslan eitt sindur, men síðan 2014 er hon vaksin støðugt, og fór í fjør upp um tey 300.000 tonsini.

Oljunýtslan 2020 býtir seg á hesar brúkarar:

Fiskiskip 84.220 tons
Onnur skip 53.4483
SEV 51.687
Húsarhald og felagsskapir 37.588
Akfør 35.249
Ídnaður 26.765
Almennir stovnar 7.858
Handil- og tænastufyritøkur 4.122 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder