Innanlands

Olja á strekkinum millum Klaksvík og Hvannasund

Annar tunnilin var stongur eina løtu

2020-10-29 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan kunnaði fyri hálvum tíma síðan um, at olja var komin á vegin á strekkinum millum Klaksvík og Hvannasund.

Í tí sambandi varð biðið um at vísa serligt varsemi, til oljan varð ruddað burtur aftur.

Beint áðrenn klokkan 17 varð tunnilin millum Klaksvík og Árnafjørð stongur eina løtu, tá farið var inn við "stovsugaranum", og ein røð av bilum sóust, íhvussu Klaksvíksmegin, ið noyddust at bíða at sleppa at koyra ígjøgnum tunnilin.

Óvist er frá hvørjum, og hvussu oljan var komin út á vegin.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder