Mentan

Ole Ivars bjóðar upp til ein seinasta dans í Føroyum

Norski dansibandsbólkurin var fyri fyrstu ferð í Føroyum fyri nítjan árum síðani. Leygarkvøldið 22. oktober hevur Ole Ivars konsert í høllini á Hálsi - talan er um seinastu konsertferðina hjá bólkinum

Norski dansibandsbólkurin Ole Ivars hevur næstan 60 ár á baki og hevur verið sera vælumtóktur í Føroyum og -norðanlondum í nógv ár

Norski dansibandsbólkurin Ole Ivars hevur næstan 60 ár á baki og hevur verið sera vælumtóktur í Føroyum og -norðanlondum í nógv ár

2022-08-25 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir vóru fyrstu ferð í Føroyum í 2003, og í oktober koma teir aftur – norsku dansikongarnir úr Ole Ivars. Hesaferð í samband við teirra seinastu konsertferð undir heitinum “Siste Dansen”. 

Hesum boða fyrireikararnir, eventz.fo, frá í dag. Skrivað verður soleiðis um kenda norska bólkin: 

- Norski dansibandsbólkurin Ole Ivars hevur verið sera vælumtóktur í Føroyum og -norðanlondum í nógv ár. Bólkurin byrjaði sum ein tannráringabólkur longu í 1964, og síðani hava teir sitið á dansitrónini í bæði Noregi og øðrum londum í Skandinavia. Hesi næstan 60 árini hava teir spælt í nógvum ymiskum londum og hava fingið milliónir av fólki upp á gólv við teirra frálíku tónum og til tíðir skemtiligu tekstum. Hesi árini hava teir eisini fingið hópin av tónleikavirðislønum, har ímillum eisini ta størstu í Noregi, nevniliga "Årest Spelband", ið teir fingu í 1999. 

Ein hin best umtókti sangurin hjá Ole Ivars er ivaleyst "Jeg trodde englarne fanst", men eisini “Nei, så tjukk du har blitt”, ið flest allir føroyingar munnu kenna. Í Føroyum syrgdi serliga Elis Poulsen, sáli, fyri, at Ole Ivars ljómaðu kring landið, og eru talan helst um tann mest spældi dansibólkurin í Kringvarpinum.

Tað verður leygarkvøldið 22. oktober, at Ole Ivars bjóða upp til ein seinasta dans í Føroyum. Tað verður í høllini á Hálsi, og umframt Ole Ivars, fara eisini Hans Jacob Hjelm við orkestri og Finnur Olsen frá “Upp á tá” at luttaka við dansitónleik.

Dansurin byrjar klokkan 22.00 og endar klokkan 03.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder