Mentan

Old friends - enn ein sangur frá Eyða Horsdal

Hesum sanginum syngur Eva Perrin Fontana eisini. Tað er hon, ið hevur gjørt allar tekstirnar á komandi útgávuni

2022-09-16 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

“Old Friends” eitur annað staklagið í komandi útgávuni hjá Eyða Horsdal. Í dag ber til at hoyra hetta lagið á nettænastunum, har tónleikur er at hoyra.

Herfyri kom fyrsta lagið, “It Seems to be You Again”. Løgini eru av fyrstu heildarútgávuni hjá Eyða, “Songs with Eva”, ið kemur út sum LP og talgilt í mars.

Nýggja útgávan er eitt samstarv millum Eyða og yrkjaran Eva Perrin Fontana. Og á hesum nýggja sanginum, sum kemur út í dag í dag, ber til at hoyra Evu syngja eisini saman við Eyða.

Tekningarnar, ið fylgja við útgávunum, hevur Mirjam Jørgensen teknað.

Eyði sigur soleiðis um sangin 'Old Friends':

“Hesaferð fært tú møguleika at hoyra røddina á evu, og tá hon syngur, kennist tað sum hon veit, hvat hon singur um og hví... Einsemi møtir tilbiðjan – minnir frá náttartíð, Old Friends er um veruligu gávu lívsins – vinir. Ein løta fangað í einum rúmi við eldstaði, úti á bygd, við opnum vindeygum – geva einfalda sanginum spenning”.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder