Mentan

Ólavsøkuskráin: Klokkutíðir fyri skrúðgonguna, kórsangin og løgtingssetanina broyttar

Fleiri broytingar eru gjørdar í ólavsøkuskránni síðani hon fór til prentingar. Tí er best at halda seg til skránna á netinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-27 11:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ólavsøkuskráin sum er prentað og er tøk á Snarskivuni, Visit Tórshavn og í øðrum støðum í Havn, men fleiri broytingar eru gjørdar síðani faldarin fór til prentingar.

Til dømis eru klokkutíðirnar fyri skrúðgonguna, korsangin og løgtingssetanina broyttar, boðar Tórshavnar kommuna.

Fleiri broytingar kunnu væntast líka til í dag klokkan 15, og tí mælir kommunan til at fylgja við skránni á heimasíðuni torshavn.fo.

Síggj nýggjastu skránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder