Innanlands

Økt virksemi: Dveylan 1,3 milliónir krónur í avlopi

Bruttovinningurin er vaksin 1,9 milliónir krónur ella 21 prosent í 2021

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-13 19:28 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Fyritøkur sum taka sær av reingerð og vasking í Føroyum hava haft vind í seglunum síðstu árini. 

Hesuferð skulu vit viðgera roknskapin hjá Dveyluni, sum er heimhoyrandi í Havn. 

Roknskapurin fyri 2021 hjá Dveylan Sp/f vísur at bruttovinningurin er vaksin 1,9 mió.kr., ella 21 prosent, til 10,8 mió.kr. í 2021. Tað er ikki upplýst í roknskapinum hvar ið vøksturin stavar, men besta boð er at samlaða sølan hjá felagnum er vaksin í 2021 sammett við 2020. 

Starvsfólkakostnaðirnir eru øktir við 1,7 mió.kr. til 9 mió.kr. í 2021. Vøksturin er 23 prosent. Ein slíkur vøkstur boðar helst frá, at virksemið er nógv økt hjá felagnum. 

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, øktist úr 1,6 mió.kr. í 2020 til 1.8 mió.kr. í 2021. Vøksturin er 9,5 prosent. Tískil er úrslitið av vanligum rakstri ikki øktur líka nógv sum t.d. starvsfólkakostnaðirnir.  

Ársúrslitið í 2021 vísti eitt avlop á 1,3 mió.kr., sum skal síggjast í mun til eitt avlop á 1,2 mió.kr. í 2020. Talan er um ein vøkstur á 9,5 prosent í ársúrslitinum sammett við 2020. 

Aðalfundurin hevur samtykt at luta 1,3 mió.kr. av ársúrslitinum út sum vinningsbýti til eigararnar. 

Fíggjarjavnin hjá Dveyluni er øktur úr 2,6 mió.kr. í 2020 til 2,8 mió.kr. í 2021. 

Støðisognirnar eru øktar eitt vet, úr 293 tkr. í 2020 til 449 tkr. í 2021. 

Ognir í umferð hava ligið á sama støði síðstu tvey árini og vóru 2,3 mió.kr. í 2021. 

Dveylan Sp/f hevur við árslok 2021 ein eginpening á 400 tkr., tá ið uppskot um vinningsbýti á 1,3 mió.kr. er trekt frá. Hetta merkir at trygdarevnið er 14 prosent í 2021, sammett við 15 prosent í 2020.  

Felagið hevur onga langfreistaða skuld. Stuttfreistaða skuldin var við árslok 2021 í alt 2,4 mió.kr. sammett við 2,2 mió.kr. í 2020. 

Gjaldførið hjá Dveyluni var rímuligt í 2021. Gjaldførislutfallið var 98,1 prosent, sum vanliga eigur at verða hægri enn 100 prosent. Tann tøki peningurin hjá felagnum við árslok 2021 var 844,5 tkr.  

Høvuðspartaeigari av Heinesen Consulting Sp/f. 

Stjóri í Dveyluni er Jákup Heinesen og nevndarformaður er Kirstin Jonna Dam Jacobsen.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder