Mentan

Ógvusligt stálguittarljóð frá dugnaligu Sara Jory

Kvinnuligur bretskur steel-guitaristur var stóra upplivilsið á fyrsta festivalkvøldinum í Sørvági

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-15 12:45 Author image
Ingi Samuelsen

Tað var ikki ovurfylt á Dungasandi fyrsta kvøldið á Country og Bluesfestivalinum í Sørvági, sum byrjaði í gjár.

Tað er sum um, at flestu bíða til í kvøld, tá Haggard-brøðurnir, Ben og Noel, skulu á pall. Tað hekk líka sum ein stór væntan til hetta, eisini í gjárkvøldið, har fleiri av teimum upptraðkandi valdu at tríva í okkurt Haggard-lag – um so skuldi verið, at brøðurnir vóru til staðar millum áhoyrararnar.

[object Object]

Rock’n’roll-brak á stáli
Størsta upplivingin á festivalinum í gjár var bretski steelguitaristurin, Sarah Jory, sum gav eitt brak av einari konsert. Tónleikurin var bara eitt sindur country, tí hon var nógv meira rock’n’roll.

Sarah Jory vísti seg at vera ein meistari á sínum instrumenti. Hon sigst at vera millum heimsins bestu – í hvussu so er Europas besti – steelguitaristur. Og tað tyktist at passa. Hon sang eisini nøkur løg, men her náddi hon ikki tindarnar, eisini tí at hon var eitt sindur rakt av krími, og kuldin á Dungasandi hjálpti heldur ikki upp á tað.

Tað var nevniliga kalt at standa á pallinum. So kalt, at ein vinarlig sál millum áhoyrarnar gjørdi ikki mætari enn at lata seg úr jakkanum og geva Saru hann at hita sær kroppin meðan hon spældi, og tað tyktist at koma væl við.

[object Object]

Sjáldsama vælleikandi orkestur
Orkestrið, sum hon hevði við sær var eitt tað besta, sum hevur verið at hoyrt á Dungasandi øll hesi árini festivalurin hevur livað. Ótrúliga væl samanspældir eldri harrar. Serliga rútmuseksjónin var eitt satt upplivilsi at hoyra, men pianistur og guitaristur vóru eisini sera sera kompetentir.

Skráin var ein blanding av country, gospel og rock’n’roll klassikarum. Tað mesta var instrumentalt, og tað var kanska orsøkin til at mannafjøldin framman fyri pallin ikki var serliga stór, og tyktist heldur ikki at økjast meðan konsertin var. Tykist, sum publikum á countryfestivalinum helst vil sleppa at syngja við.

Hæddarpunktini var ein friðarlig og seig yndislig versjón av countryklassikaranum hjá Hank Williams, ”Mansion on the Hill”, ein garvill fullspeed útgáva av Chuck Berry klassikaranum ”You never can Tell”, og so – best av øllum – Haggard-klassikarin ”Today I Started Loving You Again”, sum varð spældur í eini ógvusligari bluesversjón, har skrúvað var upp fyri øllum effektunum. Her spældi hon vanligan el-guittara við slide.

[object Object]

Bakersfield-ljóð
Kvøldið endaði við eini fínari konsert við altíð væl upplagda Signari í Homrum og hansara monnum, sum til hetta høvið høvdu sett eina skrá saman við Buck Owens hittum. Og tey eru nógv at taka av, ”Tiger by the Tail”, ”Act Naturally”, ”Together Again”, ”Love’s gonna Live Here”, ja har er nógv tilfar at taka av.

Á henda hátt vóru tað teir báðir harrarnir, sum myndaðu serliga Bakersfield-stílin innan countrytónleikin, Owens og Haggard, sum settu standardin á tónleikinum í gjárkvøldið.

[object Object]

Vinsæli Hallur
Hallur Joensen – okkara egni countrykongur, sum hann plagar at vera presenteraður – byrjaði annars festivalin á stóra pallinum á Dungasandi. Ein trygg og vinsæl framførsla við einum krímraktum Halli væl stuðlaður av dóttrini, Jessiku, og væl samanspælda orkestrinum.

Hetta var ein samling av góðum gomlum sangum hjá Halli – tað er jú eitt sindur síðani, at hann hevur givið nakað nýtt út. Einasta, sum var øðrvísi enn fyrr, var tá Hallur lat Jessiku pallljósið fyri at syngja ein meira modernaðan popputan countrysoul sang, har hon fekk prógvað, at hon ikki bara er ein góð bakgrundssangarinna, ið væl fyllir skógvarnar eftir Kristinu Bærentsen, men eisini er ein framúr sangarinna einsamøll við pápanum sum backing.

Á minna pallinum – á Stakka sum alsamt gerst ein meira hugnalig bygdalund – vóru eisini tríggjar konsertir í gjárkvøldið. Teir báðir lokalu spilopparnir, Jákup & Jørgen, løgdu fyri við teirra eykenda vágasoundi, síðan hoyrdu vit vælsyngjandi Ólav á Váli syngja nakrar av sínum sangum, endandi við ikki minni enn tveimum fosturlandssangum, harav eisini nýggjasta sleppingin, fosturlandssangurin hjá Hera Nolsøe við stórorðaða heitinum ”Føroyar mín drotning”.

FourMenh, dansiorkestrið við manning úr Fuglafirði, Leirvík og Klaksvík, endaðu kvøldið á hesum hugnaliga palli við eini væl samanspældari skrá av dansivinarligum tónleiki.

Veitslulag í salongini
Stemningurin á fyrsta kvøldinum var góður og glaður uttan tó nakrantíð at náa heilt høgu hæddirnar.

Best tyktist lagið at vera inni í tjaldinum, sum kallast Western Saloon. Her eru mikrofonirnar opnar fyri fólk at spæla og syngja. Ein bólkur av dugnaligum ungum vágamonnum áttu pallin í gjár, og teir fýrdu eitt countryhitt ella veitslusang av fyri og annan eftir, og vælmannaða fjøldin sang lystiliga við inni í heita tjaldinum – eitt sera væl eydnað tiltak.

Í kvøld verður so høvuðskvøldið á ársins countryfestivali, har tað eisini verður gjørt pláss fyri blues-tónleikinum. Á stóra palli fara hesi at spæla: Danny Hendriks Band, Ben & Noel Haggard og Uni Debess v/Tim Lothar og Peter Nande. Á minna pallinum vera tey Jens Lisberg við eini Elvis-skrá, Bluesgarparnir, Tinganest og so Hans Jacob Hjelm, sum fær heiðurin at vera endanavn á festivalinum í ár. 

Fleiri myndir

placeholder
placeholder