Ovastin fyri landspartastjórnini á Kanariuoyggjunum – hann hevur heitið forseti – er als ikki sinnaður at loyva smittufongda ferðafólkaskipinum MV Hondius í havn har.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan í dag.
- Avgerðin er ikki grundað á tekniskar fortreytir, og tað liggur heldur ikki nóg mikið av kunning aftanfyri til tess at sissa almenningin ella geva vissu fyri teirra trygd, sigur Fernando Clavijo við útvarpsstøðina COPE, sambært Reuters.
Forsetin sigur eisini, at hann krevur ein skundfund við spanska forsætisráðharran, Pedro Sánchez, skrivar dr.dk.
Spanska heilsuráðið hevur annars júst kunngjørt, at tað hevur givið skipinum loyvi til at koma í havn á Kanariuoyggjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald