Onki bendir á, at tað heldur hesa vikuna kemur nakað ítøkiligt úrslit burturúr royndunum at skipa nýggja stjórn í Danmark eftir fólkatingsvalið 24. mars, skriva danskir fjølmiðlar
Og tí bendir eisini alt á, at talan verða um søguligar langar stjórnarsamráðingar í ár.
Í dag eru 43 samdøgur gingin síðan fólkatingsvalið.
Longstu samráðingarnar higartil vóru eftir undanfarna fólkatingsval, tá tað tók 44 dagar at skipa eina nýggja stjórn. Tað vil siga, at tað tók 42 dagar áðrenn Mette Frederiksen boðaði frá, at tað var møguligt at skipa eina stjórn, men tað var ikki fyrr enn á 44. degi, at stjórnin alment varð skipað.
Hesaferð sær alt út til at fara at ganga enn meira striltið. Danmarks Radio siterar í dag forkvinnuna í Sosialistisk Folkeparti, SF, Pia Olsen Dyhr fyri at siga, at hon ikki roknar við at nakað av týdningi fer at henda hesa vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald