Innanlands

Ógvuliga sannlíkt at eldurin kyknaði uttanfyri

Hitapottur og sauna hevði verið í brúk dagin fyri, og er tað helst tað, sum er orsøkin til, at eldur kom í eini hús á Velbastað leygarmorgunin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-01 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kannað verður, hví eldur kom í eini hús á Velbastað tíðliga leygarmorgunin, og mett verður, at eldurin helst kyknaði uttanfyri húsini, har sauna og hitapottur var, sum hevði verið í brúk dagin fyri, sigur løgreglan.

– Tað er ógvuliga sannlíkt, at tað er tað, tí har er ikki ordiliga nakað annað, sum kann hava gjørt tað, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Húsini fingu stóran materiellan skaða, men sum skilst var eingin fólkaskaði. Tvey fólk vóru í húsunum í gjár, men tey sluppu út. Tó vórðu tey send á sjúkrahúsið at verða kannað fyri roykeitran.

Dagførd kl. 11.57

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder