Innanlands

Ógjørligt at staðfesta hvaðani biofiltrini í havhesti stava

Umhvørvisstovan hevur verið á eftirlitsvitjan á fleiri smoltstøðum eftir fráboðanir um biofiltur í havhestaungum í Norðoyggjum. Allar vitjaðu smoltstøðirnar hava innbygdar skipanir sum forða fyri at slíkt fer á sjógv

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-27 20:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Plastlikamini, sum eru funnin í havhestaungum norðanfyri, tykjast at vera av sama slag, sum tey, ið verða brúkt í biofiltrum á fleiri smoltstøðum. Men tað er torført ella ógjørligt at staðfesta hvaðani plaslikam í havhesti ella á sjóvum stava.

Hetta svarar Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, í einum grein 52 fyrispurningini frá Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum. Hon hevur millum annað spurt hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri, at biofiltur dálka havumhvørvið og verða funnin í havhesti.

Landsstýrismaðurin upplýsir í svarinum, at Umhvørvisstovan hevur verið á eftirliti á fleiri smoltstøðum síðani fráboðanirnar. Serligur dentur varð lagdur á at kanna, hvussu forðað verður fyri, at biolikam fara á sjógv.

- Niðurstøðan er, at allar vitjaðu smoltstøðirnar hava innbygdar skipanir at forða fyri, at biolikam fara á sjógv. Umhvørvisstovan roknar tí við, at tað ikki er stórvegis av biolikamum, sum sleppa út frá smoltstøðum undir vanligum rakstri, sigur hann.

Umhvørvisstovan hevur ikki kunnleika um óhapp ella aðrar umstøður, har biolikam eru sloppin út í umhvørvið seinastu tíðina.

- Landsstýrið hevur fyri stóran part lagt heimildirnar sambært umhvørvisverndarlógini til Umhvørvisstovuna at fyrisita, eitt nú heimildina til at seta forboð fyri ávísum virksemi, sum hevur álvarsliga dálking við sær, og har tað ikki ber til at tálma dálkingini. Umhvørvisstovan hevur í løtuni ongar ætlanir um at seta forboð fyri ávísum virksemi. 

Landsstýrismaðurin hevur heitt á Umhvørvisstovuna um at fylgja væl við, um nýggju átøkini hjá smoltstøðunum eru nøktandi til at fyribyrgja, at plastlikam verða latin út í náttúruna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder