Innanlands

Odd Eliasen tekur við sum stjóri hjá Bakkafrost í Skotlandi

Hesum boðar Bakkafrost frá í fráboðan til børsin í Oslo í morgun. Odd Eliasen heldur kortini fram sum stjóri í Havsbrún

Odd Eliasen her til vinstru. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost í miðjuni (Mynd: Jógvan Hugo Gardar)

Odd Eliasen her til vinstru. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost í miðjuni (Mynd: Jógvan Hugo Gardar)

2019-12-16 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bakkafrost hevur seinastu tíðina keypt meginparin av partabrøvunum í Scottish Salmon Company. 

Les eisini: 
Bakkafrost eigur nú næstan 96 prosent í SSC 

Nú er greitt, at alifelagið í Skotlandi fær føroyskan stjóra. Craig Anderson fer frá sum CEO (Chief Executive Officer), og Odd Eliasen tekur við. Fuglfirðingurin hevur seinastu árini staðið á odda fyri Havsbrún, ið er partur av Bakkafrost (Bakkafrost Group)

Norðlýsið skrivar, útfrá almennu útmeldingini til børsen í morgun, at tað var semja millum partarnar, at eitt stjóraskifti skuldi fara fram. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder