Innanlands

Nýtt ungdómstilboð á Strondum

Dyrnar í nýggja húsinum omanfyri bygdahúsið lótu upp í seinastu viku

Arbeitt hevði verið við at finna eina loysn á hesum í eina tíð, og eitt tilboð hevur verið fyrireikað. Arthur Djurhuus Poulsen er í starvi sum leiðara (Mynd: sjovar.fo)

Arbeitt hevði verið við at finna eina loysn á hesum í eina tíð, og eitt tilboð hevur verið fyrireikað. Arthur Djurhuus Poulsen er í starvi sum leiðara (Mynd: sjovar.fo)

2024-02-20 20:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ungdómurin í Sjóvar kommunu hevur í longri tíð saknað eitt tilhaldsstað, har tey kunnu samlast um kvøldarnar. Arbeitt hevði verið við at finna eina loysn á hesum í eina tíð, eitt tilboð hevur verið fyrireikað, og mikudagin vórðu dyrnar fyrstu ferð latnar upp fyri ungdóminum í nýggju ungdómshúsunum.

Sjóvan kommuna setti á heysti í fjør Arthur Djurhuus Poulsen í starv sum leiðara fyri ungdómstilboðið á heysti 2023. Hann hevur áður havt líknandi uppgávu á Tvøroyri, har hann er uppvaksin.

Afturat Arthuri setti kommunustýrið nýliga Rannvu Johansen og Eilin Poulsen í starv í ungdómshúsinum, og hesi trý fara at mynda ungdómstilboðið framyvir, skrivar sjovar.fo.

[object Object]

[object Object]

Ungdómstilboðið heldur til í nýggja húsinum omanfyri bygdahúsið, har frítíðarstovan eisini heldur til, og í kjallaranum í bygdahúsinum.

- Ungdómshúsið er fyri ungdóm frá 7. flokki til tey 17 ára gomlu. Tilboðið verður opið mána- og mikukvøld, umframt til skiftis fríggja- og leygarkvøld í vikuskiftinum.Ungdómstilboðið er fyri ungdóm í Sjóvar kommunu, men onnur ung er eisini vælkomin í ungdómshúsið. Her verður serliga hugsað um ungdómin longri inni á vestara armi á Skálafjørðinum.

Almenn móttøka verður á skránni í næstum, tá øll fáa møguleikan at síggja hølini.  Fleiri myndir av umstøðunum í ungdómshúsinum síggjast á sjovar.fo. Meira kunning um ungdómshúsið sæst á undirsíðuni hjá ungdómshúsinum

Kelda: Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder