Mentan

Nýtt staklag frá Knúti

"Tú ert" er orð úr yrking eftir Regin Dahl, sála. Lagið hevur Knút Háberg Eysturstein sjálvur smíðað, og verður tað partur av plátuútgávu í heyst

Knút hevur sjálvur framleitt men hevur eisini havt góða hjálp

Knút hevur sjálvur framleitt men hevur eisini havt góða hjálp

2023-06-01 21:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

 - "Tú ert" verður partur av komandi fjórðu plátuútgávuni hjá Knúti, ið verður útgivin á Tutl til heystar. Áður eru trý løg útkomin, ið eisini verða við á komandi útgávuni. Tey eru "Villiniborg", "Himnafar" og "Ogn". Hetta seinast nevnda lagið er eisini sett til yrking hjá Regin  - úr savninum Óttukvæði frá 1955).

Knút, ið sjálvur syngur og spælir gittar, hevur innspælt tónleikin saman við Torleik Mortensen (bass), Per Ingvaldi Højgaard Petersen (trummur) og Mattias Kapnas (tangentar). Harumframt leikar Jón Festirstein strúkarar á lagnum.

Knút Háberg Eysturstein, ið gongur undir fornavninum Knút sum solo
artistur, hevur framleitt. Benjamin Petersen var við til at framleiða, Benjamin og Per Ingvaldur ljóðblandaðu, og Daniel Bagicalupi mastraði í Infrasonic Sound í Nashville, Tennessee.

Yrkingin "Tú ert" kom upprunaliga út í kærleiksyrkingasavninum Tokkaljóð, ið Regin Dahl (1918-2007)  gav út í 1944. Tokkaljóð var fyrsta føroyska yrkingasavn, ið einans innihelt ástaryrkingar. Regin Dahl hevur greitt frá, at tey vóru fá, ið góvu Tokkaljóð og aforismusavninum Leysasøkk (1944) nakran ans í Føroyum. Ein møgulig orsøk til hetta er, at tá ið fyrsta skipið kom til Føroya við hesum báðum útgávunum, reyk ein balla við farmi á sjógv, meðan skipið legði at. Tað er møguligt, at søvnini bæði ruku á sjógv ta ferðina.

Í øllum førum eru sera fá eintøk av hesum bókunum at finna í Føroyum. 
Knút var tó so heppin at finna sær eitt eintak av Tokkaljóð, og undurfagra yrkingin festi seg somikið nógv, at hann skrivaði lag til. Tónleikarin og sangarin hevur eisini skrivað bók um júst Regin Dahl (Heimurin, ið hvarv - útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin, 2019)

TÚ ERT
(orð: Regin Dahl, lag: Knút Háberg Eysturstein)
Tú ert skær sum ódroymdur dreymur,
tú ert væn sum tóni á nátt,
ið sprettir úr loyndum djúpum
og hvørvur á vitsins gátt

Tú ert ljúv sum leiftran av fípum
í dimming við sólarsig,
tá ið stakkalastjørnan rísur
og lýsir teim heimleysu frið

úr R. Dahl, Tokkaljóð, 1944

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder