Innanlands

Nýtt graslíki við Løkin og á hondbóltsvøllin omanfyri Glyvra skúla

Í gjár gjørdi Runavíkar kommunu avtalu við Laiderz Aps, ið átti lægsta boðið. Slagið av graslíki, sum kemur á miðskeiðis í august, verður tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Partur av avtaluni leggur upp til, at nýtt graslíki verður lagt á hinumegin fjørðin næsta ár

Ásvald Simonsen frá Laiderz saman við borgarstjóranum við Løkin í gjár. Umframt nýtt graslíki verður ein sirmilsskipan løgd í vøllin við Løkin, til tess at væta hann, táið turkur er (Mynd: runavik.fo)

Ásvald Simonsen frá Laiderz saman við borgarstjóranum við Løkin í gjár. Umframt nýtt graslíki verður ein sirmilsskipan løgd í vøllin við Løkin, til tess at væta hann, táið turkur er (Mynd: runavik.fo)

2022-06-08 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ligið í kortunum í eina tíð, at graslíkið á fótbóltsvøllinum við Løkin skuldi skiftast, og nú er endaliga greitt, at soleiðis verður, og at um somu tíð kemur graslíki á gamla hondbóltsvøllin omanfyri Glyvra skúla. Hann skal skipast sum venjingarvøllur við graslíki, skrivar Rikavíkar kommuna á heimasíðu sínari.

- Landsbyggifelagið gjørdi útbjóðingartilfarið, og eftir at tilboðini vóru komin inn, og mett var um tey, samtykti býráðið – á almennum býráðsfundi í Lamba hin 2. juni - einmælt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og Fíggjarnevndini um at taka av tilboðnum frá Laiderz Aps.

Avtalan var undirskrivað í gjár. Tað vóru Tórbjørn Jacobsen, vegna Runavíkar kommunu, og Ásvald Simonsen, vegna Laiderz Aps. sum settu undirskrift á. Talan er um avtalu um veitan av graslíki og stoytdoyvingarlagi til vøllin við Løkin og hondbóltsvøllin omanfyri Glyvra skúla, sum við hesum fær stoytdoyvingarlag og graslíki meinlíkt tí, ið verður lagt á vøllin við Løkin. Eisini verður ein sirmilsskipan løgd í vøllin við Løkin, til tess at væta hann, táið turkur er

Tá graslíki verður lagt á í Runavík og á Glyvrum um hálvan august, er talan um heilt nýtt og haldbært graslíki í føroyskum høpi: 

- Graslíkið, ið veitt verður, er av slagnum ACT Global, og er hetta fyrsta graslíkið av sínum slag í Føroyum. Tað serliga við júst hesum graslíkinum er, at stráini eru vovin heldur enn límað í máttuna. Hetta økir munandi um haldbærið. Samstundis kann graslíkið endurvinnast 100%. Stráini eru eisini 48 mm long í mun til vanligu longdina á 40 mm.

Heimasíðan runavik.fo skrivar, at Laiderz Aps. átti lægsta boðið. Boðini vórðu lisin upp hin 19. apríl 2022, og síðan hava samráðingar verið um smálutirnar.

Boðað verður samsrtundis frá, at í sáttmálanum millum Runavíkar Kommunu og Laiderz er eisini niðurfeld ein optión um nýggjan vøll á Skála í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder