Innanlands

Nýtt 5-mannafar til stjóran á Norðuratlantsbryggjuni

Elsba eitur snotiligi báturin, sum lærari og næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla hava smíðað

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-16 10:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var hátíðarhald á Vestaru bryggju, tá  Tórshavnar kvøldskúl handaði nýbygdan føroyskan bát til Karin Elsbudóttir, stjóra á Norðuratlantsbryggjuni, sum hevur keypt bátin frá skúlanum.

Tað er bátabyggjarin Andrass Joensen og næmingar hansara á kvøldskúlanum, sum hava smíðað snotiliga bátin, eitt 5-mannafar, ið ið er gjørteftir tekningum av sokallaða Múlabátinum.

Á hátíðarhaldinum segði Heðin Mortensen, borgarstjóri nøkur orð. Røðan kann lesast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Karin Elsbudóttir helt eisini eina røðu, har hon kallaði føroyska bátin fyri havsins Stradivarius. Les røðuna her 

Báturin hevur fingið navnið Elsba.

Eftir hátíðarhaldið á Vestaru bryggju varð Elspa hálað út, navnaskeltið avdúkað og síðan varð hon flotað og signað eftir gomlum siði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder