Uttanlands

Nýsælendskur stórbýur skal lata aftur í eina viku

Orsøkin er, at ein nýggjur covid-19 tilburður við ókendum uppruna er staðfestur í økinum, sigur Jacinda Ardern, forsætisráðharri

Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Nýsælandi (Mynd: EPA)

Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Nýsælandi (Mynd: EPA)

2021-02-27 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Størsti býurin í Nýsælandi, Auckland, letur aftur í morgin og eina viku fram. Orsøkin er, at ein nýggjur tilburður av covid-19 er staðfestur í økinum.

Greitt er ikki, hvussu viðkomandi er blivin smittaður, sigur landsins forsætisráðharri, Jacinda Ardern, sambært Ritzau.

Tiltøk verða eisini sett í verk í restina av landinum, og hetta hevur m.a. við sær, at tað verður avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu savnast.

Um miðjan februar lat Auckland, ið hevur nærum tvær mió. íbúgvar, eisini aftur í tríggjar dagar, eftir at tríggir persónar úr einari familju vórðu staðfestir smittaðir við bretska frábrigdinum av covid-19.

Strang tiltøk vórðu eisini sett í verk í stórbýnum í august í fjør. Tá var afturlatingin galdandi í tvær vikur.

Nýsæland hevur annars klárað seg væl undir hesari farsóttini. Landið, sum hevur uml. fimm mió. íbúgvar, hevur sambært Worldometers.info, skrásett 2.372 smittutilburðir og 26 andlát.

Afturlatingin hevur við sær, at skúlar og handlar, sum ikki selja alneyðugar vørur, skulu lata aftur komandi dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder