Mentan

Nýggjur savnsfaldari komin út í Suðuroynni

Visit Suðuroy skrivstovurnar hava gjørt ein faldara, sum lýsir øll søvnini í Suðuroynni

2021-11-11 21:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Visit Suðuroy skrivstovurnar hava nú í felag gjørt ein faldara, ið lýsir øll søvnini í Suðuroynni.

Søvnini eru mong í Suðuroynni, nærum í hvørjari bygd, og øll hava tey sína serstaku søgu at lýsa, alt frá fuglum í Sumba til gamla bóndalívið í Sandvík. Faldarin er tí ætlaður at geva íblástur til, hvat er at uppliva á ymisku søvnunum og í ymisku bygdunum í oynni. Flestu søvnini eru einans opin eftir avtalu, og hetta ber til at fáa í lag, við at venda sær til kunningarstovurnar í oynni, skrivar Visit Suðuroy í tíðindaskrivi.

Tað eru Visit Faroe Islands, Tvøroyrar- og Vágs kommuna, sum hava fíggjað myndatilfar og prentingina av faldaranum, og Klara Johannesen hevur tikið myndirnar.

Faldarin er ókeypis, og er at fáa í Miðlatún í Vági og á kunningarstovuni á Tvøroyri. Hann kann eisini síggjast talgilt her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder