Innanlands

Nýggjársrøða løgmans 2025

Les alla røðuna her

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KvF)

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KvF)

2025-12-31 19:13 Author image
Aksel V. Johannesen, løgmaður
placeholder

Góðu føroyingar.

Eitt myrkt heystarkvøld í oktober 1943, mitt í harðastu krígstíð, fer ein lítil, klænvaksin kvinna í tjúgunum sáttliga gangandi út eftir eini lítlari bryggju í Sydhavnini í Keypmannahavn. 

Hon gongur róliga, hóast hjartað dukar í bringuni. 

Við sær hevur hon mest týðandi ognir sínar, tí hon skal flýggja undan týsku hersetingini í Danmark.

Unga kvinnan er Sanna Dahl, nýútbúgvin lækni. 

Hon vil sleppa heim til Føroya, hóast hon veit, at ferðin er lívshættislig.

Í myrkrinum hómar hon útróðrarbátin, sum skal føra hana og eina jødiska familju um Oyrarsund. Verða tey tikin, er endin vísur. 

Umborð valdar tøgn. 

Ikki fyrr enn tey koma í svenskan sjógv, kunnu tey draga andan lættari. Fyrsti parturin av vandamiklu ferðini til Føroya er av. 

Sanna Dahl ferðaðist ímóti streyminum og kom heim undir krígnum. Tað læt seg í roynd og veru ikki gera. Men hon gjørdi tað. Úr Danmark til Svøríkis til London til Skotlands – og seinasta strekkið við einum skipi, ið sigldi bretskar hermenn úr Skotlandi til Føroya. Ferðin tók 13 mánaðir.

Hon vildi sleppa heim, tí hon visti, at læknatrotið var stórt í Føroyum undir krígnum. Hon sá tað sum sína skyldu at vera ein partur av loysnini. 

Hóast tað í ár eru 80 ár, síðan kríggið endaði, eigur søgan um Sannu Dahl framvegis at vera okkum ein fyrimynd.

Tí hon gramdi seg ikki um, at einki bleiv gjørt. Hon bað ikki onnur fara.

Hon tók ábyrgdina á seg. 

Enn í dag taka føroyingar stóra ábyrgd – á fleiri økjum.

Vit taka ábyrgd av egnum lívi; av arbeiðsstøðu, fíggjarstøðu, húsi og heimi. 

Vit taka ábyrgd av børnunum. Vit læra tey at rætta eina hond, har hon munar, og at lata, har lítið er til.

Vit taka okkum av foreldrunum, tá ið tey eldast, og vit hjálpa, tá ið sjúka rakar vinfólk og grannar. Við borðið er altíð pláss fyri einum afturat – og ein song er altíð tøk, um onkrum tørvar innivist.

Vit taka eisini ábyrgd av felagsskapinum. Vit rinda hvønn mánað part av lønini í felagskassan, og vit leggja óteljandi sjálvbodnar tímar í ítrótt, samkomulív og vælgerandi arbeiði.

Á hesum økjum taka vit dagliga ábyrgd. Í gerandisdegnum standa gomlu virðini framvegis sterk.

Tað er, sum landsliðsvenjarin í mansfótbólti, Eyðun Klakstein, skrivaði í eini tíðargrein í heyst:  

“Føroyar eru ikki tað mest upplagda staðið at byggja eitt samfelag – á hesum fjarskotnu, eirindaleysu og kørgu oyggjum. Her byggir øll framgongd á samstarv og samhaldsfesti – millum fólk, í familjum, í bygdum og um alt landið.” 

Soleiðis hevur altíð verið. Og við tíðini løgdu vit hetta lívsneyðuga samhaldsfestið í skipanir, so øll fingu somu møguleikar. Tað kravdi stríð, áhaldni og treiskni. Tað tryggjaði okkum eitt av heimsins bestu, javnastu og tryggastu samfeløgum. 

Men vandi er í hvørjari vælferð.

Vælferðarskipanirnar vóru ongantíð ætlaðar sum ein koddi at hvíla á. Hinvegin var ætlanin at skapa bestu fortreytir fyri arbeiðssemi í einum virknum lívi. 

“Ger tína skyldu – og krev síðani tín rætt”, ljóðar gamla slagorðið. 

Men seinnu árini er okkurt broytt. Eg haldi, at vit í størri mun eru farin at gloyma fyrra partin um skyldur og ábyrgd. Í staðin leggja vit dent á seinna partin – um krøv og rættindi.

Men vit kunnu ikki krevja rættindi, um vit ikki fyrst taka ábyrgd.   

Vit kunnu ikki krevja vælferð, um vit ikki vilja rinda fyri hana.

Og vit kunnu ikki krevja meira í egnan part, um ikki onkur annar samstundis fær minni.

Tí einki kemur av sær sjálvum. 

Tað gjørdi tað heldur ikki hjá Sannu Dahl.

Alt lívið tók hon ábyrgd, har hon sá ein tørv. 

Hon leitaði sær nýggja vitan og lærdi fegin frá sær.

Sanna granskaði eitt nú í arvaeginleikum, krabbameini og tuberklum. Hon tók stig til Krabbameinsfelagið og mjadnarkanningar hjá smábørnum. Hon bygdi upp røntgendeildina og fór sjálvboðin undir kanningar fyri bróstkrabba – eftir arbeiðstíð. Veturin 1946-47 var hon einsamallur hjálparlækni, og hon arbeiddi bæði nátt og dag.

“Hvat kann eg gera?” spurdi unga Sanna, tá ið hon frætti um læknatrotið í Føroyum. 

Og hesin spurningurin myndaði alt hennara læknavirki. 

Hann hevur eisini í øldir myndað føroysku ábyrgdina hvør fyri øðrum – og eyðkenda samhaldsfestið. 

Men gamli spurningurin “Hvat kann eg gera?” verður nú spakuliga avloystur av nýggja spurninginum: “Hví gera tit ikki okkurt annað?"

Heldur enn at taka ábyrgdina á okkum sjálv, leggja vit hana á tey, sum royna. Heldur enn at vera ein partur av loysnini, finnast vit at.

Hetta síggja vit støðugt fleiri dømi um.

Nútíðar Sannur, sum síggja ein tørv og taka ábyrgd - sum leggja sjálvbodna orku í ítrótt, vælgerandi arbeiði ella góðviljað átøk - merkja hesa gongdina.

Og vit merkja hana eisini í politikki.

Fólk eru samd um, at landskassin skal hava yvirskot, og at neyðugar broytingar skulu gerast. 

Men neyðugu broytingarnar skulu helst raka onkran annan. 

Sama um vit gera broytingar í landsstýrinum, landsfyrisitingini, skúlaverkinum, heilsuverkinum, almannaverkinum, fiskivinnuni, alivinnuni, pensjónini, í gjøldum ella avgjøldum, ja, so eru vit fyri – so leingi sum tað ikki rakar okkum sjálv. 

Eg skilji væl, at hvør varir um sítt. Men vit kunnu spyrja: Er hetta samhaldsfast? 

Skulu vit leggja kommunur saman? Ja. Bara ikki mína kommunu. 

Skulu vit leggja skúlar saman? Ja. Bara ikki mín skúla. 

Skulu vit leggja stovnar saman? Ja. Bara ikki mín stovn.

Øll eru samd um, at ábyrgd skal takast. Men onkur annar skal helst taka hana. 

Hesum eru vit øll samsek í. 

Ikki minst vit politikarar. 

Tí mangan síggja vit politikarar okkara egna lokaløki greiðari enn heildina. Mangan taka vit okkara egna veljaraskara fram um tað, sum er best fyri flest. Og mangan eru tað kenslur ella populisma, sum stýra, heldur enn skilvísi, so vit býtast upp í smáar, veikar bólkar í staðin fyri at virka sum ein sterk eind. 

Vit noyðast at arbeiða betur saman – tvørtur um lokaløki, tvørtur um flokkar og tvørtur um áskoðanir. 

Eins og hjá Sannu er tað okkara skylda at vera partur av loysnini. 

At spyrja, hvat vit kunnu gera. 

At taka ábyrgd.

Góðu føroyingar.

Hyggi eg aftur á farna árið, so hava verið nógvar stórar løtur. Úr rúgvuni kunnu nevnast Oyggjaleikir, hondbóltur, fótbóltur og norðurlandaráðsvirðislønir. Hesar løturnar hava gjørt meg ernan – og tær hava savnað okkum sum tjóð. 

Politiskt hava vit hetta valskeiðið havt nógv stór mál. Vit hava framt broytingar fyri at bøta um haldførið og vælferðina.

Eg veit, at nógvar avgerðir ikki hava verið væl lýddar, og eg viðurkenni, at áralagið hjá samgonguni ikki altíð hevur verið líka vakurt. Tað er jú ein sannroynd, at stór mál øsa sjógvin og gera róðurin truplan.

Men hóast árar viðhvørt hava borið saman, og hóast onkur hevur mist eitt tak, hava vit kortini støðugt havt framdrátt. Hóast tað hevur brotið í bæði borð, hava vit hildið stavnhaldið: nevniliga at framtíðartryggja føroyska vælferðarsamfelagið.

Hyggja vit inn í komandi tíðir, er greitt, at vit mugu seta fleiri truplar nýskipanir í verk. 

Vit mugu øll lata, fyri at okkara børn skulu fáa eina góða og trygga framtíð í Føroyum. 

Vit mugu øll lata, fyri at okkara foreldur skulu fáa nøktandi røkt, gerast tey óhjálpin.

Og vit mugu øll lata, fyri at okkara kjarnuvælferð kann vara við.

Hesi rættindi, sum í dag eru sjálvsøgd, eru í vanda. Tí mugu vit gera broytingar.

Tær fara at raka onkran.

Vit eru byrjað ovast uppi. Í politiska bygnaðinum. Hjá okkum sjálvum. Tað var mín avgerð. Eg haldi, at tað var ein røtt avgerð. Men vit mugu gera meir.

Vit mugu eisini gera okkara skipanir einfaldari. Eitt so lítið land sum okkara kann ikki hava so tungar og tvørligar skipanir. 

Endamálið við hesum broytingunum er tað sama, sum mítt politiska lív altíð hevur snúð seg um: At varðveita eitt javnt samfelag við samhaldsfesti millum fólk og ættarlið. 

Jøvn samfeløg, har øll taka ábyrgd hvør av øðrum, eru tey bestu og tryggastu.

Og vit mugu áhaldandi skapa tryggleika her heima. Serliga nú støðan úti í heimi er ótrygg. 

Í bókini um Sannu Dahl sæst, hvussu kríggið ávirkaði gerandisdagin. Einki postsamband, myrkalegging og eingin sosialhjálp. 

Kríggið elvdi til ótta og ørkymlan – men fekk eisini fólk at hjálpast og taka ábyrgd. 

Eftir áratíggju við friði hava vit aftur óvissu. Vit hava hóttanir í eystri og hóttanir í vestri – og heimsveldini sýta ikki fyri at leggja onnur lond inn undir seg við hermegi. 

Ótryggleikin er komin nærri. 

Í seinastuni hava vit sæð hybridatgerðir, sum raka okkara grannar. Og nýggjasta útmeldingin frá USA rakar beint inn í ríkisfelagsskapin. 

Vit verða drigin við, um vit vilja tað ella ei. Tí mugu vit gera okkara. Hóast vit eru smá. 

Vit lata ongan iva vera um, at heimssamfelagið skal regulerast við lóg og altjóða rætti – ikki við hermegi. 

Og við vesturlendskum virðum standa vit saman við Evropa – serliga við hinum Norðurlondunum.  

Góðu føroyingar.

Nú árið rennur út, eru nýggjárshald kring alt landið. Men ongastaðni so stórsligið sum í heimbygdini hjá Sannu Dahl. 

Í Vági savnast fólk til víðagitna nýggjárshaldið.

Hans í Líðini, sáli, lýsir tað soleiðis: 

Hesa løtu kennist onki stríð ella klandur, tí her er øll bygdin saman. Her ganga øll lið um lið vestur ímóti Sandinum, har alt tað gamla skal brennast. 

Her ganga bøfressar, bakka- og líðarmenn saman við løðhamarsmonnum og toftamonnum, her ganga kikslamenn og traðarmenn saman við tippismonnum og teimum uttan av marknaroyri, og lið um lið fylgjast kirkjufólk og baptistar. 

Fyrireikingarnar til nýggjárshaldið í Vági eru drúgvar, og í hesum arbeiðinum verða allar ósemjur lagdar til viks. Øll arbeiða saman, og øll taka ábyrgd fyri at gera kvøldið so gott sum gjørligt. 

Tað er fyrimyndarligt.

Og gamlaárskvøld er høvi at draga saman um farna árið - og líta fram.

Eg hugsi um tykkum, sum í kvøld gleðast og eru vónrík. Sum síggja fram til okkurt stórt. Má alt gangast tykkum væl – og mugu tit merkja stóra samgleði. 

Eg hugsi eisini um tykkum, ið stúra, stríðast og syrgja. 

Hóast lagnan mangan er trupul at skilja, vóni eg, at tit í myrkum løtum kenna glæmuna av tí umsorgan og hjálp, sum altíð hevur myndað tilveruna í Føroyum. 

Mugu vit føroyingar áhaldandi hjálpa hvør øðrum í myrkum døgum – eins væl og í ljósum.

Skal eg at enda bera fram ein málsetning fyri hetta komandi árið, so fari eg at vísa til dygdirnar hjá Sannu Dahl.  

At vit síggja tørvin og taka ábyrgd. 

At vit gera okkara skyldu, áðrenn vit krevja okkara rætt. 

Og at vit byggja brýr og arbeiða saman um avbjóðingarnar – fyri fólk og framtíð. 

Gott nýggjár, øll somul,

Gud signi Føroyar.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen, KVF

Ensk týðing av røðuni kann lesast á www.government.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder