Innanlands

Nýggjar røddir: Alment valkvøld hjá Demokratia

Valstríðið er í hæddini, og í tí sambandi skipar Demokratia fyri almennum valkvøldi í Smæruni í Havn týsdagin 29. november kl. 20

Tiltakið verður í Smæruni týsdagin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tiltakið verður í Smæruni týsdagin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-28 14:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Demokratia: Á skránni vera tvey pallborðskjak við kvinnuligum valevnum úr øllum teimum politisku flokkunum. Valevnini umboða miðstaðarøkið og ymisk onnur øki kring landið. Felags fyri valevnini verður, at tær hava ongantíð sitið á tingi áður. Tó so kunnu tær hava stillað upp í sambandi við undanfarin val.

Fáa vit javnari kynsumboðan í løgtingið, so hevur tað stórar ágóðar fyri alt okkara samfelag. Tí hevur tað alstóran týdning, at øll, sum bjóða seg fram til at umboða okkum komandi fýra árini, koma í brennidepilin, meðan valstríð er. Við hesum í huga gevur Demokratia nýggjum kvinnuligum valevnum høvi til at greiða frá, hvørja kós tær ætla, at Føroyar skulu á.

Kjakast verður um, hvussu bústaðarmál, umhvørvi, fíggjarpolitikkur og heilsu- og umsorganarøkið á bestan hátt kunnu bera Føroyar fram á leið.

Hansa Hansen, tíðindafólk, stýrir kjakinum.

Áhoyrarar eru vælkomnir at seta valevnunum spurningar, og høvi verður eisini til at fáa eitt óformligt prát við valevnini. Til ber eisini at fylgja við kjakinum á FM1, sum sendir beinleiðis úr Smæruni frá kl. 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder