Innanlands

Nýggja yrkingasavnið hjá Kim Simonsen lagt fram á Býarbókasavninum

Framløgan byrjar klokkan 17 í morgin. Upplestur verður, umframt at Kim og Ivan Niclasen tosa um bókina. Talan er um fimta yrkiingarsavnið hjá høvundanum

Savnið Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum arbeiðir serliga við havinum sum elementi.

Savnið Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum arbeiðir serliga við havinum sum elementi.

2023-06-01 12:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat er heimspekin hjá fiski? Náttúrusøgan hjá kombikkinum? Hvør er menniskjans støða í mun til náttúruna? Hava soppar umsorgan fyri okkum, sóu trøini okkum, tá vit vóru børn? Hvørjar søgur siga vit um okkum og um tey, sum vit hava mist? 

Savnið Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum arbeiðir serliga við havinum sum elementi. Evnisliga viðger yrkjaraegið deyða pápa sín, sum alt sítt lív hevur verið sjómaður og havið, ið máar burtur av landinum, sum samstundis er okkara lívrunna upprunaliga heim. 

Í fýra pørtum setir savnið sjóneykuna á alt tað, sum fer millum fingrar okkara, og ikki minst gleðina við at venda sær móti heiminum, okkara húð, midum, virusum og tí meldrinum av bakterium, ið er lívfrøðiliga grundin undir øllum livandi. 

Millum maðkar, kombikk, fisk, trø og hvalspýggjur verða tilsipingar til lívfrøðiliga margfeldið í heiminum sett saman við bókmentum, eldri heimspeki, læknavísindum og lívfrøði, ið verða flættað saman til eina vísindaliga og kosmiska heild, har havið verður speglað í øllum, har tað ørsmáa og veldiga sameinist, har alt byrjar og alt endar við havinum.

..................................................

Kim Simonsen er høvundur, forleggjari og granskari. Hann er útbúgvin innan ritlist og er annars bæði ph.d. og mag.art í bókmentum. Hann er í løtuni undirvísari á Ritlist á Fróðskaparsetrinum. 

Hetta er sætta fagurfrøðiliga bókin hjá honum. Hann hevur eisini útgivið fakbøkur. Yrkingar hansara eru týddar til nógv mál, herfyri útkom hann á donskum (Vild Maskine) og í 2021 á makedonskum (PNV), í 2024 kemur hann í USA (Deep Vellum). 

Í vár vann hann fyrstu virðisløn til eina yrkingakapping, sum Bókasavnið við Løkin skipaði fyri, hesar yrkingar, sum nú koma á prent í hesi bókini. Í 2014 fekk hann M.A. Jacobsensa Virðisløn. Í 2021 fekk hann eina virðisløn í Makedonia fyri bestu bók í eini røð av bókum, og í 2022 fekk týðarin hjá honum Randi Ward eina virðisløn kallað, The American-Scandinavian Foundation Translation Prize fyri at týða Kim Simonsen til enskt.

Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum er fimta yrkingasavnið hjá Kim Simonsen.

Tað er forlagið Verksmiðjan 2023, sum stendur fyri útgávuni. Vónbjørt Vang hevur ábyrgd, Jovan Dimoski hevur staðið fyri sniðgevingini, og Sanna Andrassardóttir Dahl og Kirsten Brix hava rættlisið. Talan er um 68 síður, ið Føroyaprent hevur prentað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder