Mentan

Nýggja PlayStation-støðin avdúkað

Verður væntandi á marknaðinum móti ársenda í ár – eins og nýggja Xbox’in

2020-06-12 09:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hetta líkist onkrum, ið kemur frá framtíðini onkuntíð. Soleiðis ljóðar dómurin yvir nýggja PlayStation 5 frá Sony, sum varð avdúkað í gjár. 

Nýggja støðin til talgild spøl varð avdúkað á einum tiltaki online í gjárkvøldið. Fleiri milliónir spentir fjepparar fylgdu við, tá Sony endiliga avdúkaði hvussu komandi útgávan fór at síggja út.

Støðin verður sammett við alt frá einum rúmdarskipi til eitt háhús, eins og kjakast verður dúgliga um litvalið á ymsum heimasíðum, skrivar dr.dk.

PlayStation 5 kemur í tveimum útgávum. Eini ”vanligari” har ein kann spæla síni spøl, eins og altíð hevur verið gjørt. Og so í eini ”digital edition”, har øll spøl skulu takast niður úr serliga handlinum hjá Sony á netinum.

Á spæliheimasíðum á netinum verður nú spekulerað yvir, um tann talgilda útgávan av PlayStation 5 verður bíligari, men enn hevur Sony einki sagt um, hvørjum prísstøði nýggju útgávurnar fara at liggja á.

Umframt sjálva støðina, avdúkaði Sony eisini eina røð av tilhoyri, uttan tó at siga ov nógv um staklutir, og – sum vera man – eina røð av nýggjum spølum, skrivar dr.dk.

PlayStation 5 hjá Sony kemur í harða kapping við Xbox Series X hjá Microsoft, sum eisini kemur út fram móti ársenda í ár. Microsoft hevur seinastu tíðina lýst við ymsum fyrimunum við nýggja Xbox spælinum, millum annað, at ferðin verður fýra ferðir skjótari enn í núverandi støðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder