Innanlands

Nýggja farnetið hjá Føroya Tele sett evropeiskt met 

Farnetið, sum Føroya Tele letur byggja saman við Ericsson, er í avgjørdum heimsklassa. Tað vísa ferðmátingar, sum partarnir hava gjørt, nú farnetið verður gjørt til reiðar fyri almenninginum. Úrslitið av mátingunum seta evropeiskt met, tá ið talan er um ferð. 

2023-03-28 11:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Allir føroyingar kunnu vænta sær nógv burtur úr nýggja farnetinum, sum Føroya Tele letur byggja saman við Ericsson. Fyrireikingarnar eru í hæddini, og nýggjar mátingar vísa, at ferðin á farnetinum er tann besta, sum higartil er máld á einum farneti í Evropa sigur Føroya Tele í tíðindaskrvi.

Ferðmátingarnar vórðu gjørdar á sokallaðu 5G mmWave-tøknini, sum er partur av nýggja farnetinum. Hægsta ferðin, sum varð máld, var 6Gbps, og tað er evropeiskt met. Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, er fegin um mátingarnar. 

[object Object]

“Tað er okkara mál at leggja lunnar undir tøkniligar framtíðarmøguleikar hjá fólki og fyritøkum í Føroyum, og ferðmátingarnar, sum vit hava gjørt saman við Ericsson, eru sjón fyri søgn, at fólk og fyritøkur kunnu vænta sær nógv burtur úr nýggja farnetinum”. 

Í stuttum er 5G mmWave-tøknin væl egnað á økjum, har ið nógv fólk brúka farnetið samstundis, og hon ger, at fólk skjótt og ómakaleyst kunnu flyta sera stórar datamongdir um farnetið. 

Ericsson varpar eisini ljós á nýggja evropeiska metið og hevur sent tíðindaskriv út til altjóða fjølmiðlar. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder