Innanlands

Nýggja bátahavnin skal gerast liðug

Pláss verður fyri 230 bátum í nýggju smábátahavnini í Álakeri í Havn

2021-09-30 10:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Arbeiðið at liðugtgera nýggju bátahavnina í Álakeri í Havn skal nú gerast liðugt.

Á fundi í kvøld skal Tórshavnar býráð taka støðu til eitt mál, har mælt verður til at játta 25 milliónir krónur at gera bátahavnina lidna. Ætlanin er so at seta bátabrúgvar og -bummar í ordra í oktober.

Arbeiðið hevur gingið væl at gera bátahavnina í Álakeri, skrivar heimasíðan hjá kommununi. Havnin skal rúma 230 bátum, og verður skipað við flótibrúgvum. Brúgvar og bátabummar vera av sama slagi, sum nýggjasta brúgvin á Skálatrøð.

Havnanevndin og fíggjarnevndin hava báðar tikið undir við málinum, sum kemur fyri býráðið í kvøld.

[object Object]Arbeiðið at gera brimgarð og økið fram við landi, t.e. grótskráa, trappur, gongubreyt, kantsteinar, fundament til ljóssteyrar og festi til bátabrúgvar, hevur verið í gongd í eina tíð


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder