Listafólkasamband Føroya (LISA) hevur fingið nýggja starvsnevnd. Á aðalfundi felagsins takkaðu Arnbjørn Ó. Dalsgarð, formaður, og Kristina Thede Johansen, næstforkvinna, fyri seg, og nýggj starvsnevnd varð vald. LISA takkar teimum fyri teirra týðandi arbeiði fyri felagið.
Starvsnevndin hevur skipað seg soleiðis:
Sunneva Háberg Eysturstein, forkvinna
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, næstforkvinna
Sunrid í Gong, starvsnevndarlimur
Nýggja starvsnevndin vísir á, at hon tekur við í eini tíð, har tað hevur alsamt størri týdning, at listin hevur eina sterka rødd. Tí fer LISA at arbeiða málrættað fyri at bøta um korini hjá listafólkum og seta eina greiða kós á mentanarpolitiska økið.
Nevndin fegnast eisini um, at nýggja samgonguskjalið raðfestir listina, og fer at fylgja arbeiðinum tætt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald