placeholder
Innanlands

Nýggj skipan fyri buss- og bilaferðslu í Tjørnuvík skal royndarkoyrast

Mánadagin verður skipanin við ferðsluljósum í Líðini oman móti Tjørnuvík sett í verk, og frá 6. juli verður stongt fyri ferðslu í Tjørnuvík og óviðkomandi, eisini bussar og húsvognar, skulu parkera uttanfyri bygdina ella á parkeringsøkinum norðanfyri Haldórsvík

Mynd: Pól Sundskarð

Mynd: Pól Sundskarð

2022-07-01 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sunda kommuna, Visit Faroe Islands og Landsverk hava í eitt longri tíðarskeið umrøtt, hvat kann gerast fyri at gera liviumstøðurnar hjá borgarum og vitjandi í Tjørnuvík betri, og hava ymiskar loysnir verið umrøddar við m.a. borgarar í Tjørnuvík og aktørar innan ferðavinnuna. Somuleiðis er frágreiðing við ítøkiligum tilmælum til átøk framleidd og eru tað partar av hesum tilmælum, ið nú verða sett í verk.

Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari, í samband við at ein royndarskipan viðvíkjandi ferðsluni í og tætt við Tjørnuvík, verður sett í verk mikudagin 6. juli og verður virkin alt summarið.

Talan er fyrst og fremst um ferðsluljós, ið verða sett upp í Líðini oman móti Tjørnuvík fyri at fáa ferðsluna at glíða betri, og so tað slepst undan mótkoyrandi ferðslu á hesum smala strekki. Hetta byrjar longu mánadagin 4. juli.

[object Object]
Bygdin verður eisini stongd fyri óviðkomandi ferðslu, og øll vitjandi skulu parkera uttanfyri bygdina, antin á parkeringplássinum beint við bygdina, ella á parkeringsøkinum norðanfyri Haldórsvík.

Síðani eru eisini ymiskt átøk fyri parkerk; millum annað at sensorar eru lagdir í parkeringsplássini í Tjørnuvík og kunningarskelti verður sett upp í Haldórsvík, ið vísir, um tøk p-pláss eru í Tjørnuvík. Bussar kunnu framyvir ikki parkera í bygdini - bert seta ferðafólk av - og húsvognar kunnu eiheldur parker a í Tjørnuvík. Eins og við bussum verður víst til Haldórsvíkar.

Til ber at lesa um øll átøkini á sunda.fo

[object Object]

[object Object]
Kort: sunda.fo

Heimasíðan sunda.fo skrivar, at tá summarið er farið afturum verða átøkini eftirmett, og tá verður avgerð tikin um, hvussu ferðafólkaferðslan eigur at skipast framyvir. Somuleiðis verða royndirnar frá hesi skipan brúktar til at meta um slík skipan kann setast í verk aðrastaðni í landinum.

- Sunda kommuna ynskir at takka Visit Faroe Islands, Landsverki, Gunn Ráðgeving og Politinum fyri gott samstarv og virkishugin, ið gjørdi tað møguligt at fáa slíka skipan setta í verk við stuttum skotbrái. Somuleiðis takkar kommunan tjørnuvíkingum fyri jaligt og konstruktivt samskifti um møguleikarnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder