
Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi 26. januar 2023 nýggja heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna í Tórshavn. Hetta var dagin eftir, at sama ætlan var fyri á borgarafundur í Finsen.
- Ynskið er at endurskoða miðbýarkjarnuna í tann mun, at býurin verður tættaður við fleiri bústøðum og trivnaðarligum átøkum, samstundis sum at eyðkenni í miðbýnum verða varðveitt og styrkt.
"Urtagarðsbýurin" er ein langskygd ætlan, ið skal skapa lív í býnum og liggja til grund fyri nýggjari serstakari byggisamtykt fyri miðbýin, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Til ber at lesa og síggja meira um ætlanina, umframt at gera viðmerkingar, á temasíðuni á torshavn.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald