Mentan

Nýggj "Game of Thrones"-røð sigur søguna um Targaryen-familjuna

"House of the Dragon" gongur fyri seg 300 ár áðrenn "Game of Thrones" og byggir á bókina "Fire & Blood" hjá George R. R. Martin

Daenerys Targaryen og John Snow úr heimskendu sjónvarpsrøðini

Daenerys Targaryen og John Snow úr heimskendu sjónvarpsrøðini "Game of Thrones" (Mynd: HBO)

2019-10-30 18:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Áður hevur verið kunngjørt, at HBO arbeiddi uppá fimm møguligar nýggjar sjónvarpsrøðir, sum ganga fyri seg í "Game of Thrones"-heiminum, og í nátt boðaði HBO frá, at arbeitt verður við einari nýggjari undansøgu um Targaryen-familjuna.

Nýggja røðin fær heitið "House of the Dragon" og fer at ganga fyri seg 300 ár áðrenn hendingarnar í "Game of Thrones". Higartil er kunngjørt, at røðin fer at hava 10 partar.

George R. R. Martin, rithøvundurin handan bókarøðina, sum "Game of Thrones" byggir á, fer at skriva leikritið til røðina saman við Ryan Condal. Røðin byggir á bókina "Fire & Blood", sum George R. R. Martin hevur skrivað um søguna hjá Targaryen-familjuni.

Annars var ætlanin, at tað var ein heilt onnur "Game of Thrones"-undansøga, sum skuldi koma út fyrst.

Sjónleikarinnan Naomi Watts var sett sum ein av høvuðsleikarunum í røðini, sum skuldi ganga fyri seg 5000 ár áðrenn "Game of Thrones" og siga søguna um The Night King og The White Walkers.

Upptøkurnar vórðu enntá byrjaðar í summar, men sambært amerikonskum miðlum er tann røðin nú vrakað.

HBO hevur ikki váttað hesi tíðindi, men sambært DR hava fólkini handan røðini fingið at vita, at røðin ikki verður til nakað kortini.

Enn er ógreitt, nær "House of the Dragon" verður tøk hjá hyggjarunum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder