Mentan

Nýggj frágreiðing: Minnilutabólkar enn undirumboðaðir í Hollywood

Tá tað kemur til fjølbroytni, hevur Hollywood ikki flutt seg nógv síðan 2007

Patty Jenkins, leikstjórin handan Wonder Woman (Mynd: EPA)

Patty Jenkins, leikstjórin handan Wonder Woman (Mynd: EPA)

2018-08-01 13:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

#OscarsSoWhite. #TimesUp. #MeToo.

Hetta eru nøkur av hashtaggunum, ið hava verið brúkt tey seinastu árini til at varpa ljós á mismun og væntandi fjølbroytni í Hollywood.

Kortini vísir ein nýggj frágreiðing, at tað enn eru hvítir, hinskyndir menn, ið eru í meiriluta bæði framanfyri og aftanfyri filmsmyndatólinum.

Frágreiðingin er frá Annenberg Inclusion Initiative við USC Annenberg School for Communication and Journalism og kann lesast her.

Frágreiðinging kannar 100 mest umtóktu filmarnar á hvørjum ári tey seinastu 11 árini, til samans 1100 filmar, og kanningin vísir, at hóast nógv hevur verið gjørt fyri at varpa ljós á væntandi fjølbroytni, er so at siga einki broytt síðan 2007.

"Hollywood hevur enn ikki flutt seg frá at tosa um meira fjølbroytni til veruliga at økja um umboðanina av kvinnum, littum, kynsligum minnilutabólkum, og fólk, ið bera brek," sigur Stacy L. Smith, professari, ið hevur verið við til at gera kanningina, sambært DR.

Í fjør høvdu bert 31,8 prosent av mest umtóktu filmunum kvinnur, ið tosaðu, vísir frágreiðingin. Tað er næstan tað sama sum í 2007, tá talið var 29,9 prosent.

Av teimum 100 best umtóktu filmunum í fjør vóru tað bert 33 filmar, har ein kvinna hevði ein týðandi leiklut, og í hesum filmunum høvdu bert fýra av kvinnuligu leikarunum ein annan húðarlit enn hvítan.

Sambært kanningini verða eisini fleiri naknar kvinnur enn naknir menn vístar í filmunum. Naknar kvinnur finnast í 25,4 prosent av filmunum meðan naknir menn bert eru at finna í 9,6 prosent av teimum.

70,7 prosent av sjónleikarunum eru hvítir, meðan 12,1 prosent eru svartir, og 6,2 prosent aru latínamerikanskir. 4,8 prosent av leikarunum eru asiatiskir og 6,3 prosent eru av øðrum etniskum uppruna.

Av 100 mest umtóktu filmunum í fjør vóru tað bara 19, ið høvdu ein LGBT-persón við, og bert 32,3 prosent av hesum høvdu annan húðarlit enn hvítan.

Í fjør vóru tað eisini bert 2,5 prosent av leiklutunum, ið tosaðu og bóru brek.

Men væntandi fjølbroytni er eisini aftanfyri filmsmyndatólinum. Av teimum til samans 1100 filmunum, ið vórðu kannaðir millum 2007 og 2017, vórðu bert 4,3 prosent av teimum leikstjórnaðir av kvinnum, og bert 5,2 prosent av myrkum og amerikanarum við afrikonskum uppruna. Bert 3,1 prosent vórðu leikstjórnaðir av asiatum ella amerikanarum við asiatiskum uppruna.

"Tað er týðiligt, at Hollywood noyðist at gera meira fyri at tryggja, at marginaliseraðir bólkar koma uppí part," sigur Stacy L. Smith.

Ein loysn kundi, sambært frágreiðingini, verið ein sonevndur "inclusion rider". Tað er eitt skjal hjá einum leikara, har tey kunnu krevja, at filmarnir tey eru við í skulu hava eitt fjølbroytt cast og framleiðslulið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder