Talan er um eina stuttrøð um veruligar og tragikomiskar deytingsøgur í Føroyum. Hóast leikritið ikki er liðugt skrivað enn, so eru upptøkurnar longu byrjaðar. Tað var fríggjakvøldið, at upptøkur vórðu gjørdar í og uttan fyri ein bústað í Jóanesar Patursonar gøtu í Havn.
Talan var um upptøkur til ein trailara, sum verður brúktur at gera vart við stuttrøðina í átta pørtum, sum eftir ætlan verður liðugt framleidd á sumri 2028.
![]()
Gøtubrá verður navnið. Hevur onki við bygdina Gøtu at gera, men sipar til plantuna gøtubrá, ið er kend fyri at bóma á lendi, sum tykist óliviligt fyri plantuvøkstur. Gøtubrá blómar mangan á upptraðkaðari jørð, og er tí eisini ímyndin av ágrýtni, treiskni og áræði at ganga sína egnu leið. Gøtubráin er sterk og hon er djørv. Hon megnar at vaksa og blóma, hóast ágangurin er nógvur, verður greitt frá í tilfarinum, sum er gjørt um verkætlanina.
Innihaldi í stuttrøðini snýr seg um deyting. Tey greiða soleiðis frá um innihaldið:
Ein støk kvinna í 30-árunum flytur heimaftur til Føroyar og tann stóri danski skarin av mannfólkum verður skiftur út við tann lítla og hugnaliga føroyska dunnuhylin. Í hesi stuttligu stuttrøðini fara vit við Helenu á eina tragikomiska kærleiksferð gjøgnum føroyska deytingmarknaðin.
Eftir fleiri ár í útlegd í Danmark er Helena flutt heim aftur til Føroyar, og hon skal nú finna stevið í nýggju tilveruni í Føroyum. Men hetta er lættari sagt enn gjørt. Tí tað at vera ein støk kvinna í 30unum vísir seg at vera torførari enn væntað. Útboðið av monnum er munandi minni enn í Danmark, meðan samfelagið, vinir og familja øll standa spyrjandi og leggja trýst á Helenu. Nær fert tú at fáa tær ein sjeik? Skalt tú ikki hava børn? Og vilt tú ikki giftast?
Annika D. Olsen og Anna Maria Sloan
Við Helenu í miðdeplinum ynskja vit at skapa eina røð, sum endurspeglar veruleikan í modernaða, føroyska deytinglívinum. Ein veruleiki, sum hevur víst seg at vera bæði syrgiligur, skemtiligur og sárbærur. Samstundis er tað ein veruleiki, sum fyri mong er so kenniligur, at tað er irriterandi. Og við sjónarmiðinum hjá Helenu ynskja vit at lýsa føroyska samfelagið, og á hendan hátt avbjóða ta annars siðbundnu fatanina av, at kærleiki, hús og heim eru vegurin til eydnusama lívið.
Soleiðis skriva tær báðar, Annika D. Olsen og Anna-Maria Sloan, ið eru stigtakarar og eiga hugskotið til stuttrøðina. Tær hittust tilvildarliga í Havn stutt eftir, at Annika var flutt heim til Føroya eftir fleiri ár í útlegd á flatlondum. Og prátið teirra millum og royndir, serliga við mannfólkum, birti hugskotið til stuttrøðina, sum nú sær út til at gerast veruleiki.
Endaliga leikritið er ikki liðugt skrivað enn, men verkætlanin er farinavstað. Og framleiðslutoymið er sett.
Annika Djurhuus Olsen og Anna Maria Sloan verða sjálvar leikstjórar. Tær skriva eisini leikritið, men fáa professionella hjálp frá svensku Ylva Forner. Herbúgvandi fraklendingurin, Lucas Frayssinet kemur at standa fyri filmsupptøkunum, og hann er eisini framleiðari saman við Anny Leo Thomsen.
Óluva Heidiardóttir Tvørfoss spælir høvuðsleiklutin í røðini, sum Helena.
![]()
Óluva H. Tvørfoss
Stuttrøðin verður í 8 pørgum á umleið 20 til 25 minuttir, og við at lesa heitini á hvørjum parti, fæst ein ábending um, hvat tað snýr seg um: 1: Bindiblubburin, 2: Søgan um Karl, 3: Systkinabarnakærleiki, 4: Jesper – ein deyt frá helviti, 5: Hey Helena, 6: Blábarr Mekka, 7: Tinderturistar, 8: Sunset – har moralar hittast.
Sambært tíðarætlanini er tað sjálv skrivingin og kastingin, sum fer fram í løtuni. Upptøkurnar byrja á vári 2027 og enda seint á árinum, meðan sjálv framleiðslan av sendirøðini fer fram fyrra hálvár 2028, so at røðin er liðug út á sumri 2028.
![]()
Filmstoymið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald