Mentan

Nýggi rappbólkurin Nettup við fyrsta staklagnum

Nettup - Baldur Holm og Lazar Ilic - hevur givið út lagið Óknýttur

2026-07-03 17:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggi føroyski rappbólkurin Nettup hevur nú givið út sítt fyrsta staklag, sum ber heitið Óknýttur. Lagið Óknýtur, sum Tutl hevur givið út, er tøkt á øllum stroymingtænastum.

Nettup eru Baldur Holm og Lazar Ilic.

Arbeiðsbýtið í bólkinum er greitt. Baldur Holm stendur fyri framleiðslu, beatum, programmering og mixing, meðan Lazar Ilic skrivar tekstirnar og rappar á løgunum.

Á Óknýttur hevur bólkurin eisini fingið hjálp frá Ronju Rasmussen, sum syngur fangandi niðurlagið og setur sín serliga dám á lagið.

Við Óknýttur tekur Nettup fyrsta stigið út til almenningin við einum ljóði, sum sameinir nútímans føroyskan rap, persónligar tekstir og framleiðslu við altjóða íblástri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder