Innanlands

Nú verður ikki leitað meira

- Ístaðin verður send út ein altjóða eftirlýsing eftir kinesisku kvinnuni, sum hvarv á Trælanípu fríggjamorgunin

Bøsdalafossur (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Bøsdalafossur (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-10-10 13:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leitingin eftir kvinnuni, sum hvarv við Trælanípu í Vágum tíðliga fríggjamorgunin er støðgað.

Hóast leitað varð alt vikuskifti, bæði á landi, í bjørgunum, á sjóninum og á vatninum, so sást einki til kvinnuna.

Tað var maðurin hjá kvinnuni, sum boðaði frá, at hon var horvin. Hann greitti frá, at tey vóru farin nakað burtur frá hvørjum øðrum, og at hann ikki fann hana aftur.

Talan er um eina kinesiska kvinnu, sum búði saman við einum niðurlendskum manni í Týsklandi.

Rúni Vesturklett, vaktleiðari hjá løgregluni segði við útvarpið á middegi, at hóast leitingin er støðgað, so verður framhaldandi arbeitt við, hvat kann vera hent. Í hesum sambandi verður send út ein eftirlýsing av kvinnuni, bæði í Føroyum og uttanlands. Her verður mynd av kvinnuni og frágreiðing um, hvørjum klæðum hon var í, tá hon hvarv.

Henda eftirlýsingin er ikki komin út henn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder