placeholder
Innanlands

Nú mangla bert 542 metrar

137 metrar vórðu sprongdir í alt í Eysturoyartunlinum í farnu viku

2019-04-15 11:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farnu viku vórðu sprongdir 137 metrar í alt í Eysturoyartunlinum. Nú eru sprongdir 10.708 metrar av 11.250 metrum.

Móti Rókini er nú 85 metrar eftir at spreingja og millum Eysturoynna og Streymoynna 445 metrar.

Í seinastu viku vórðu 46 metrar sprongdir av Hvítanesi. Í alt eru nú sprongdir 5.036 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 38 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 1.979 metrar.

Og frá rundkoyring og móti Rókini vórðu í farnu viku sprongdir 53 metrar. Har eru í alt sprongdir 2.068 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder