Innanlands

Nú kemur nýtt útiøkið á Skúlatrøð

Fyrsti partin av arbeiðinum, sum verður gjørdur í ár kostar, umleið tríggjar milliónir krónur. Øki er serliga ætlað til miðdeildina í skúlanum, men skal eisini vera eitt útiøki til allan býin

Mynd: klaksvik.fo

Mynd: klaksvik.fo

2022-05-31 21:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í góðum samstarvi við skúlaleiðslu, lærarar og næmingar hevur ein byggibólkur gjørt uppskot til nýtt útiøki norðan fyri Skúlatrøð, sum er samtykt av býráðnum, og nú fer arbeiðið í gongd

Hetta sigur Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung við klaksvik.fo.

Leikur og spæliútgerð eru bíløgd, og um stutta tíð fer arbeiðið, at gera fyrra partin av hesum nýggja útiøkinum, í gongd. Tað, sum verður gjørt í ár, er eitt amfi og ymsar møguleikar fyri aktivitetum og leikum. Hesin parturin kostar umleið tríggjar milliónir krónur og skal ætlandi vera liðugur í heyst.

- Eftir ársskiftið verður so hildið fram við fremjingini av seinna parti av hesum nýggja útiøki. Tann parturin fevnir millum annað um ein sparkivøll umframt aðrar møguleikar at verða virkin likamliga.Tað, at næmingarnir hava okkurt ítøkiligt at takast við í skúlagarðinum, kann eisini styrkja felagsskapin og sostatt trivnaðin hjá næmingunum. Tað hevur stóran tyðning, sigur Eyðstein Ó. Poulsen.

[object Object]

Eisini eitt útiøki til allan býin

Nýggja útiøkið, sum serliga er ætlað miðdeild skúlans (4.-6. flokk), fer fyrst og fremst at verða til gleði fyri næmingarnar á Skúlatrøð, sum leingi hava saknað nøktandi útimøguleikar, men eisini verður hetta eitt spennandi stað fyri almenningin, har ein kann fara saman við børnum og ungum og hugna sær í frítíðini, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu

- Hetta hava vit longu sæð á útiøkinum suðureftir á Skúlatrøð, at børn, ung og familjur dagliga og í vikuskiftum hugna sær við teimum møguleikum, sum har eru. Hesir møguleikar gerast nú enn fleiri, sigur Eyðstein.

Byggibólkurin, sum hevur arbeitt við innrættingini av økinum, er mannaður við umboðum fyri Skúlatrøð, býráðsumsitingina og politisku skipanina. Talan er um persónarnar, ið eru avmyndaðir ovast:

Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung, Vivian Guðjónsson, varaskúlastjóri, Unnur Fonn, lærari, og Carsten Wigant Andersen, lærari, umboð fyri skúlan, Hans Fróði Hansen, byggifrøðingur, og John Færø, trivnaðarstjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder