Innanlands

Nú hevur føroyskt teknmál verið viðurkent í fýra ár

5. juli 2017 var ein stórur dagur fyri deyv í Føroyum, tá løgtingið samtykti at broyta kunngerðina um Málráðið, soleiðis at føroyskt teknmál eisini gjørdist alment føroyskt mál, og fyri at markera 4-ára dagin gevur Deyvafelagið út nýggja plakat við stavraðnum á teknmáli

Fyri at markera dagin gevur Deyvafelagið út nýggja plakat við stavraðnum á teknmáli (Mynd: Deyvafelagið)

Fyri at markera dagin gevur Deyvafelagið út nýggja plakat við stavraðnum á teknmáli (Mynd: Deyvafelagið)

2021-07-05 17:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eru fýra ár síðan føroyskt teknmál var viðurkent sum alment føroyskt mál, og tað ynskir Deyvafelagið at markera við at geva út eina plakat við stavraðnum – á teknmáli.

Plakatin fæst í trimum ymiskum litum, og í løtuni verður hon seld í Alfa Bókhandli í Klaksvík, Bókabúðini í Runavík, Gamla bókhandli- og Rit og Rák í Havn. Inntøkan frá søluni fer til Deyvafelagið.

Tilgongdin at fáa teknmálið viðurkent hevði tikið nógv ár, har Deyvafelag Føroya og onnur áhugaði javnan vendu sær til landsins myndugleikar at fáa viðgjørt evni, skrivar Deyvafelagið í tíðindaskrivi.

Føroyskt teknmál er eins og føroyskt talumál serstakt. Tað hevur egna mállæru og ber egna mentan. Tað er rættiliga vanlig uppfatan millum fólk at teknmál er eitt altjóða mál, men so er ikki. Tað líkist hinum norðurlendsku teknmálunum, eins og føroyskt eisini líkist hinum norðurlendsku málunum.

Teknmál mennist, har tað verður tosað. Vit vita, at húski við deyvum børnum mentu egin tekn, áðrenn tað varð vanligt at fáa undirvísing. Í mong ár fóru føroysk deyv til Danmarkar á deyvaskúlar, og í nýggjari tíð var tað Specialskúlin og Skúlin á Trøðni, ið gjørdist miðdepil fyri undirvísing í og á teknmáli.

Tá fólk samskifta, har ikki øll nýta teknmál, verður tulkur brúktur. Hesin tulkar millum føroyskt og teknmál. Tað eru eisini fleiri, ið nýta "tekn til talu" , har bæði tekin og orð verða brúkt í samskiftinum.

Atkoma er eitt hugtak, ið er nógv at hoyra í hesum døgum. Tað er eisini galdandi fyri mál og mentan. Tá talan er um teknmál merkir atkoma, at deyv og onnur teknmælt altíð hava atgongd til egið mál og at samskifta. Tað merkir eisini at upplýsing, kunning og tíðindi eru atkomulig á báðum málum, og nú, fýra ár eftir, at føroyskt teknmál varð viðurkent, er støðan hjá føroyskum teknmáli enn trupul, skrivar Deyvafelagið.

– Tað er eingin skipað frálæra í teknmáli. Í skúlunum verða deyv ikki undirvíst á teknmáli og í samband við tulking, av samskifti, tíðindum og sjónvarpssendingum annars, eru ikki nóg mikið av tulkum í starvi at nøkta tørvin. Deyvafelag Føroya er javnan í samband við avvarðandi myndugleikar um trupulleikarnar.

– Tað skal tó eingin ivi verða um, at vit gleðast um, at føroyskt teknmál er viðurkent sum mál, tí tað gevur rættindi at seta fram ynskir og krøv á jøvnum føti við tey, ið nýta talumál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder