Innanlands

Nú hava 61 prosent fingið fyrru koppsetingina

3.229 koppsetingar eru gjørdar seinastu dagarnar, og nú eru 45,7 prosent av fólkinum liðugt koppsett

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-12 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tríggjar dagarnar – fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin – vórðu tilsamans 3.229 fólk koppsett fyri koronu.

691 fólk fingu fyrru koppsetingina, meðan 2.538 fingu seinnu koppsetingina.

Nú eru tilsamans 56.825 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 32.477 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 24.348 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Sambært corona.fo svarar hetta til, at 61 prosent av fólkinum í Føroyum hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 45,7 prosent eru liðugt koppsett.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder