Innanlands

Nú hava 10,2 prosent fingið fyrru koppsetingina

Nýggj sending av koppingarevni kemur til landið mikukvøldið – Sambært myndugleikunum gongur sera væl at handfara koppingarevnið, og mest sum einki fer fyri skeyti

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-03-22 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 9.427 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 5.388 hava fingið fyrru koppsetingina, og 4.039 hava eisini fingið seinnu koppsetingina og eru sostatt liðugt koppsett.

10,2 prosent av fólkinum í Føroyum hava nú fingið fyrru koppsetingina, meðan 7,6 prosent eru liðugt koppsett.

Fríggjadagin vórðu 84 fólk koppsett. 79 fólk fingu fyrru koppsetingina, og fimm fólk fingu seinnu koppsetingina.

Nú er ein lítil steðgur í koppsetingini, til nýggja sendingin av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech kemur til landið mikukvøldið.

Sambært myndugleikunum gongur sera væl at handfara koppingarevnið, og mest sum einki fer fyri skeyti, skriva myndugleikarnir á corona.fo.

– Starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum koppsettu tilsamans 1.354 fólk úr hesari seinastu sendingini frá Pfizer, og tað er á leið sama tal av koppsetingum, sum hevur verið, síðani vit byrjaðu.

– Samanborið við donsku royndirnar við Pfizer-koppingarevninum, so er hetta talið høgt.

– Nýggjasta støðufrágreiðingin frá danska heilsustýrinum sigur, at talið í Danmark í miðal er um 1.200 koppsetingar úr hvørjari sending. Tað svarar til, at vit í Føroyum fáa 13 prosent meira koppingarevni úr hvørjari sending frá Pfizer/BioNTech.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder