Innanlands

Nú eru yvir eitt prosent av bilunum el-drivnir

Verða hybridbilar taldir við, so eru 2,1 prosent av bilaparkini nú grøn

2021-07-06 12:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað síggjast alt fleiri ravmagnsdrivin akfør á føroysku vegunum. Sambært nýggjastu hagtølunum hjá Akstovuni, vóru pr. 1 juli í ár 460 skrásettir el-bilar í Føroyum.

Hetta svarar til 1,1 prosent av samlaðu bilaparkini, sum taldi 40.973 tá árið var hálvrunnið.

Harafturat koma hybridbilarnir, sum nú verða skrásettir fyri seg í hagtølunum hjá Akstovuni.

Pr. 1. juli vóru tilsamans 419 hybridbilar. Av teimum vóru 276 við bensinmotori umframt tí elektriska, 63 við dieselmotori og so 80 sokallaðir plug-in hybridbilar við bensinmotori. Hetta merkir, at bilarnir eisini kunnu løðast beinleiðis, eins og ‘reinir’ el-bilar.

Verður talið av el-bilum og hybridbilum lagt saman, so er talan um at hesin grøni bólkurin telur tilamans 2,1 prosent av samlaðu bilaparkini.

Tað hevur verið ein markantur vøkstur av skrásettum ravmagnsbilum í ár. Við ársbyrjan var talið 351, og sostatt øktist talið við 109 fyrra hálvár í ár. Úr 0,9 til 1,1 prosent av samlaðu bilaparkini.

Økingin av hybridbilum sæst ikki aftur í hagtølunum, tí hesir ikki eru útgreinaðir í undanfarnum hagtølum.

Talið av bensinbilum øktist fyrra hálvár við 104, so teir nú eru 20.009 tilsamans. Hinvegin fækkaðust dieselriknu bilarnir við átta, úr 15.505 niður í 15.496.

Lutfalsliga mongdin av bensinbilum lækkaði úr 49,4 niður í 48,8 prosent frá ársbyrjan til 1. juli, meðan dieselbilarnir lækkaðu úr 38,5 niður í 37,8 prosent av samlaðu bilaparkini.

Hagtølini finnast her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder