placeholder
Innanlands

Nú er nærum helmingurin av íbúgvunum koppsettir

Talan er um 48,2 prosent. 27,5 prosent eru liðugt koppsett, og tilsamans eru 40.331 kopppsetingar gjørdar í Føroyum.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-06-15 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu 341 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Harav fingu 201 fólk fyrra prikið, og  og 140 vórðu liðgut koppsett.

Heimasíðan corona.fo skrivar, at nú hava 25.686 fólk fingið fyrru koppsetingina - tað svarar til 48,2% av fólkatalinum.

14.645 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og harvið eru 27,5 prosent av fólkatalinum liðugt koppsett.

Tilsamans 40.331 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder