Innanlands

Nú eru bert fimm persónar smittaðir við koronu

Eingin smittutilburður varð staðfestur í 532 kanningum í gjár, og trý fólk eru staðfest frísk aftur

2021-01-29 11:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðja dagin á rað og fyri áttandu ferð seinastu níggju dagarnar varð eingin smittutilburður staðfestir í Føroyum. 

Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa, at í gjár vórðu 532 kanningar gjørdar, og at í løtuni eru fimm persónar smittaði við koronu. Tilsamans hava 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 648 persónar eru staðfest frísk aftur - trý fleiri enn í gjár. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. 

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu, skrivar corona.fo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder